Frískúlin
Frískúlin
Velbastaður er besta stað at hava ein frískúla sum okkara. Her hava vit alt, vit kunnu hugsa okkum: Náttúru, villar víddir, tryggleika og vakurleika. Samstundis eru vit eitt hanagleiv frá Havnini og bussurin koyrir okkum ókeypis til dyrnar, og heimaftur hvønn dag.
Frískúlin

Lærarastarv í einum øðrvísi skúla

Frískúlin veksur og fer at víðka um toymið, ið arbeiðir við innskúling. Brennir tú fyri at arbeiða við teimum yngru næmingunum? At geva teimum ta best møguligu byrjanina at læra og mennast? Kundi tú hugsað tær eitt starv í einum kreativum skúla mitt í náttúruni, har læring gongur upp í eina hægri eind við granskandi, greinandi og skapandi tilgongdum, og har einstaki næmingurin er í miðdeplinum? So er tað kanska júst tær, vit leita eftir.

‍Frískúlin er ein lítil heildagsskúli, sum samantvinnar skúla og frítíðarskúla í eitt heildagstilboð fyri allar næmingar. Náttúra, tónleikur, list, matgerð og spæl eru ein sjálvsagdur partur av undirvísingini.

Er eitt starv í okkara serstaka skúla nakað fyri teg, vilja vit fegin hoyra frá tær.

Tínir førleikar
Tú ert væl fyri fakliga og námsfrøðiliga. Tú brennir fyri innlæring og at kveika áhugan hjá børnum. Tú dugir væl at arbeiða í toymi. Tú ert virkin, sjálvstøðug/-ur og tekur ábyrgd í dagliga virkseminum‍

Setanarviðurskifti
Starvið er lønt sambært avalu við Føroya Lærarafelag.

Lýsing er stovnað10. May 2023
Umsóknarfreist30. May 2023
Starvsslag
Stað
Velbastaður, Føroyar
Førleikar
PathCreated with Sketch.Sjálvstøðugt arbeiðiPathCreated with Sketch.HugflogPathCreated with Sketch.Læri skjóttPathCreated with Sketch.ToymisarbeiðiPathCreated with Sketch.Undirvísing
Starvsgreinar
Starvsmerki
Vilt tú loyva farsporum? Alfred brúkar farspor til at greina ferðslu á heimasíðuni og at gera tína uppliving betri. Vís meira.