KT-supportlærlingur
Kom í læru sum KT-supportari hjá Tórshavnar Kommunu.
Brennir tú fyri KT? Og ynskir tú at vera við at tryggja, at tøknin á Føroya størsta arbeiðsplássið er í lagi? So er tað møguliga tær vit leita eftir. Vit hava eitt spennandi lærupláss sum KT-supportari hjá Tórshavnar Kommunu at byrja skjótast til ber.
Á KT deildini verður tú partur av einum dugnaligum toymi í einum dynamiskum umhvørvi.
Tín leiklutur verður, í høvuðsheitum, at loysa KT-trupulleikar, sum starvsfelagar tínir til dagligt kunnu renna seg í. Í hesum sambandi ræður um at veita eina dygdargóða tænastu, sum kann koma øllum starvsplássinum til gagns.
KT deildin er uppbygd soleiðis: 1. og 2. stig support, samskipari, verkætlanarleiðarar og trygdarserfrøðingur. Sum lærlingur verður tú á 1. stig support, sum arbeiðir við KT-Helpdesk og rakstur, tó verður tú eisini partur av øllum toyminum.
Lærutíðin sum KT-supportari er samansett soleiðis, at tú bæði kemur at virka sum ein natúrligur partur av toyminum og ganga í skúla ein part av tíðini. Hetta gevur tær bæði praktiskar og teoretiskar førleikar, sum kunnu koma tær til gagns á tíni yrkisleið.
Tínar høvuðsuppgávur verða at:
- Veita tekniska support til brúkarar umvegis telefon, teldupost, Helpdesk ella on-site
- Eyðmerkja og loysa tekniskar trupulleikar í samband við hardware, software og netverk
- Klárgera, installlera, konfigurera og dagføra KT-útgerð og applikatiónir
- Umsita brúkarastýring og tryggja, at brúkararættindi verða hildin
- Vaka yvir og viðlíkahalda okkara KT-infrakervi fyri at tryggja stabilitet og trygd
- Feilfinna og greina netverkstrupulleikar
- Framleiða og dagføra tekniska dokumentatión og vegleiðingar
- Samskifta KT-viðkomandi kunning á okkara intraneti
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett eftir lærlingatreytunum í sáttmálanum millum Starvsfelagið og Kommuna arbeiðsgevarafelagið.
Samband
Til ber at fáa meira at vita um starvið/læruplássið við at venda sær til Lars Larsen Black á lars@torshavn.fo ella á telefon 25 08 65.