Undirvísingarstýrið
Undirvísingarstýrið
Undirvísingarstýrið

Kt-ráðgevi

Vit leita eftir dugnaligum og ágrýtnum kt-ráðgeva at verða partur av kt-deildini í Undirvísingarstýrinum. Hevur tú tev fyri tøkni og tænastu, so er hetta møguliga rætta starvið til tín.

Talan er um eitt fjølbroytt og áhugavert starv við møguleikum fyri bæði fakligari og persónligari menning.

Starvið fevnir bæði um tøkniliga vegleiðing og vegleiðing í fakskipanum sum t.d. Office365, Kervi+ og Unilogin.

Arbeiðsøkið fevnir um:

• at veita útbúgvingarstovnum kt-ráðgeving og -hjálp

• at hava tætt samband og samstarv við skúlar og kt-veitarar

• at vegleiða í fakskipanum sum t.d. Office365, Kervi+ og Unilogin

• at veita skúlum ráðgeving innan kt-nýtslu

• at halda seg dagførdan innanfyri virkisøkið

Vit leita eftir einum persóni, sum:

• hevur viðkomandi útbúgving og starvsroyndir t.d. frá útbúgvingarstovni

• dugir væl at samstarva og at arbeiða sjálvstøðugt

• er tænastusinnaður og hevur góðar samskiftisførleikar

• er álítandi og støðugur

• er forvitin og fúsur at seta seg inn í nýggjar kt-skipanir

Tað er ein fyrimunir, um umsøkjari hevur royndir við at veita kt-ráðgeving, -vegleiðing og -hjálp. Tað kann harumframt vera ein fyrimunur um umsøkjarin hevur royndir við umsiting av brúkarastýring.

Vit bjóða eitt sera spennandi og avbjóðandi starv við møguleika fyri førleikamenning innanfyri fakið.

Setanarviðurskifti

Starvið er farloyvisstarv í eitt ár frá 1. juni 2025 við møguleika fyri leingjan. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Tann, ið sett/ur verður má tola broytingar í starvinum.

Umsóknir

Umsókn saman við avriti av prógvum og C.V. skal vera Undirvísingarstýrinum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 13. apríl 2025. Vinarliga tilskila á umsóknina: “kt-ráðgevi”.

Umsóknin verður stílað til:

Undirvísingarstýrið, Hoyvíksvegur 72, Postrúm 9, 110 Tórshavn ella við t-posti: undirvising@uvs.fo.

Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú ringja til Mortan Zachariassen, deildarleiðara, tlf: 555074.

Kt-hjálpin

Kt-deildin í Undirvísingarstýrinum er sett á stovn fyri at veita kt-loysnir og -tænastur til allan undirvísingargeiran í Føroyum. Í kt-deildini arbeiða í løtuni 16 starvsfólk, sum taka sær av verkætlanarleiðlsu, kt-menning, kt-rakstri og kt-hjálp. Kt-hjálpin er partur av kt-deildini, og tú kemur at arbeiða í einum toymi saman við øðrum kt-ráðgevum úr Námi og Undirvísingarstýrinum, sum veita didaktiska og fakliga kt-ráðgeving til allan undirvísingargeiran.

Lýsing er stovnað28. March 2025
Umsóknarfreist13. April 2025
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
72 Hoyvíksvegur, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki