SPENN Ráðgevandi verkfrøðingar
SPENN Ráðgevandi verkfrøðingar
SPENN Ráðgevandi verkfrøðingar

Konstruktiónsverkfrøðingur

Hevur tú hug og hegni til at arbeiða við projektering av berandi konstruktiónum og anleggsuppgávum? So hevur tú møguleikan at gerast partur av toyminum hjá SPENN.

Hjá SPENN arbeiða vit við ráðgeving, projektering og uppfylging innan serliga berandi konstruktiónir og anleggsarbeiði. Nú leita vit eftir einum fakliga sterkum verkfrøðingi, sum hevur hug at vera við til at tekna og projektera saman við okkum – tað eru serliga forritini Autodesk Robot, Revit og Civil 3D sum verða brúkt.

Tað týdningarmesta er ikki, at tú dugir alt frammanundan. Tað týdningarmesta er, at tú umframt grundleggjandi teknisku førleikarnar innan konstruktiónir, hevur áhuga fyri slíkum uppgávum, dugir at arbeiða skipað og hevur hug at menna teg saman við okkum.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

HVAT FERT TÚ AT ARBEIÐA VIÐ?

  • Projektering av berandi konstruktiónum og anleggsuppgávum
  • Modellering og teknisk arbeiði í Robot og Revit og møguliga Civil 3D
  • Uppfylging og góðskutryggjan av projektum
  • Útboð og fakeftirlit
  • Samskifti við starvsfelagar, arbeiðstakarar og myndugleikar
  • Tvørfakligt samstarv við arkitektar, verkfrøðingar, byggifrøðingar og onnur fakfólk
Krøv til útbúgving og førleikar

VIT ÍMYNDA OKKUM, AT TÚ

  • Ert fakliga sterkur konstruktiónsverkfrøðingur
  • Hevur áhuga fyri projektering av konstruktiónum og anleggum
  • Hevur royndir við Robot, Revit og møguliga Civil 3D – ella hevur hug at læra tað
  • Arbeiðir skipað og hevur eyga fyri smálutum
  • Dugir væl at samstarva og samskifta

Royndir eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Tað kann eisini vera, at tú ert nýútbúgvin ella hevur arbeitt við líknandi uppgávum og hevur hug at taka næsta stigið.

Ágóðar við starvinum

HVAT BJÓÐA VIT?

Hjá SPENN gerst tú partur av einum sterkum og nærløgdum toymi, har tú fært møguleika at arbeiða við spennandi uppgávum í Føroyum saman við dugnaligum starvsfeløgum. Vit leggja dent á gott samstarv, fakliga menning og loysnir, sum eru væl gjøgnumhugsaðar.

SETANARTREYTIR

Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum. Starvstaðurin er í Saltangará ella Tórshavn.

Lýsing er stovnað29. juni 2026
UmsóknarfreistEingin freist
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
5 Hoyvíksvegur, Tórshavn 100, Føroyar
30 Heiðavegur, Saltangará 600, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki