SPENN Ráðgevandi verkfrøðingar
SPENN Ráðgevandi verkfrøðingar
SPENN Ráðgevandi verkfrøðingar

Byggifrøðingur / tekniskur teknari til SPENN

GERST PARTUR AV EINUM STERKUM OG NÆRLAGDUM RÁÐGEVARATOYMI HJÁ SPENN

Hevur tú hug at arbeiða við projektering, tekniskari tekning og anleggsuppgávum? So hevur tú møguleikan at gerast partur av toyminum hjá SPENN.

Hjá SPENN arbeiða vit við ráðgeving, projektering og uppfylging innan serliga berandi konstruktiónir og anleggsarbeiði. Nú leita vit eftir einum byggifrøðingi ella tekniskum teknara, sum hevur hug at vera við til at tekna og projektera – tað eru serliga forritini Autodesk Civil 3D og Revit sum verða brúkt.

Tað týdningarmesta er ikki, at tú dugir alt frammanundan. Tað týdningarmesta er, at tú hevur áhuga fyri tekniskum uppgávum, dugir at arbeiða skipað og hevur hug at menna teg saman við okkum.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

HVAT FERT TÚ AT ARBEIÐA VIÐ?

  • Tekning og projektering av anleggsuppgávum
  • Modellering og teknisk arbeiði í Civil 3D og Revit
  • Uppfylging og góðskutryggjan av projektum
  • Samskifti við starvsfelagar, arbeiðstakarar og myndugleikar
  • Tvørfakligt samstarv við verkfrøðingar, byggifrøðingar og onnur fakfólk
Krøv til útbúgving og førleikar

VIT ÍMYNDA OKKUM, AT TÚ

  • Ert byggifrøðingur, tekniskur teknari ella hevur aðra viðkomandi útbúgving
  • Hevur áhuga fyri anleggsprojektering og tekniskari tekning
  • Hevur royndir við Civil 3D og Revit – ella hevur hug at læra tað
  • Arbeiðir skipað og hevur eyga fyri smálutum
  • Dugir væl at samstarva og samskifta

Royndir eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Tað kann eisini vera, at tú ert nýútbúgvin ella hevur arbeitt við líknandi uppgávum og hevur hug at taka næsta stigið.

Ágóðar við starvinum

HVAT BJÓÐA VIT?

Hjá SPENN gerst tú partur av einum sterkum og nærløgdum toymi, har tú fært møguleika at arbeiða við spennandi uppgávum í Føroyum saman við dugnaligum starvsfeløgum. Vit leggja dent á gott samstarv, fakliga menning og loysnir, sum eru væl gjøgnumhugsaðar.

SETANARTREYTIR

Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.

Lýsing er stovnað22. juni 2026
UmsóknarfreistEingin freist
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
30 Heiðavegur, Saltangará 600, Føroyar
Starvsslag
Førleikar
PathCreated with Sketch.AutoCad
Starvsgreinar
Starvsmerki