

Kom og arbeið hjá okkum í Miðgarði
Vit søkja nú eftir námsfrøðingum og avloysarum til dagstovnin Miðgarð í Miðvági.
Fakliga støðið á stovninum er høgt og er í støðugari menning, og vit vænta, at tú hevur hug at gerast ein virkin partur av fakligu menningini. Vit dagføra okkum javnan við nýggjastu vitanini, fyri at tryggja at okkara námsfrøðiliga arbeiði byggir á nýggjastu gransking. Okkara arbeiði byggir á nærveru og tekur støðið í okkara virðisprofili og barnaáskoðan.
Vit hava niðurskrivað uppgávubýtið millum námsfrøðingar og hjálparfólk, so øll kenna sína uppgávu. Tú fært i ein mentor, sum skal tryggja tær eina góða byrjan har tú fær innlit og vegleiðing um hvussu vit arbeiða í Miðgarði. Hetta merkir, at tú kemur ikki at standa einsamallur, men verður stuðlaður og vegleiddur í tínum arbeiði og fakpersónligu menning.
Stovutoymini arbeiða sjálvleiðandi, við støðið í námsfrøðiligum tiltøkum, ið vit sjálvi hava ment, og eisini ognartikið uttanífrá. Hesi eru:
- TÍTT
- TRAS
- Umhugsanarfundir
- Betri vinir
- Motorikvegleiðarar
- Námsfrøðiligráðgeving
- Matarskipanin
- Mentorskipan
Tað er stuttligt at vera partur av Miðgarði, bæði hjá stórum og smáum. Okkum dámar væl at vera spontan og at hugsa stórt.
Vit vænta, at tú:
- Ert útbúgvin námsfrøðingur
- Ert nærverandi og góð/ur til at skapa relatiónir
- Hevur eina barnaáskoðan, sum samsvarar við okkara virðisgrundarlag
- Góð samstarvs- og samskiftisevnir og megnar at virka fyri góðum samstarvið millum foreldur, børn og starvsfelagar
- Ynskir áhaldandi at menna teg fakliga og vera við til at menna stovnin
- At tú ert før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
Um tú verður partur av okkara toymi, kemur tú at arbeiða saman við 35 nærløgdum starvsfólkum har av 18 øðrum námsfrøðingum, sum tryggja at øll starvsfólkini arbeiða námsfrøðiligt.
Løn og setanarviðurskifti
Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 7:00 til 17:00.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingar verða løntir á lønarstiganum 11-23 og hjálparfólk verða lønt á lønarstiganum 2-8.
Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í fyribils starv.
Umsókn
Søk her á vanganum við at senda umsókn saman við prógvum, lívrensl og møguligum viðmælum, ella við at senda til Vága kommunu, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur. Ella sum teldupost til vaga@vaga.fo. Viðmerk “Umsókn”. Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 30. mai 2023.
Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Mirjam Kjølbro, leiðara á tlf. 794520.
Sí meira á okkara heimasíðum: www.midgardur.fo og www.vaga.fo
