Miðgarður
Miðgarður
Miðgarður

Námsfrøðingar til Miðgarð

Miðgarður leitar eftir námsfrøðingum, sum veruliga brenna fyri at arbeiða við børnum og at skapa eitt trygt, mennandi og vinarligt umhvørvi. Hevur áhuga fyri náttúruni og hugsar um, hvussu náttúran og nærvera í gerandisdegnum kunnu verða nýttar sum grundarlag fyri spæl, læring og relatiónum. Ynskir at vera við til at menna eitt umhvørvi, har børn trívast, kenna seg vird, fáa møguleika at mennast bæði sosialt, kensluliga og námsfrøðiliga – í einum gerandisdegi merktum av vinsemi og felagsskapi. So er hetta starvið fyri teg!

Vit søkja eftir námsfrøðingi til barnagarðstovu, at byrja sum skjótast og eftir námsfrøðingum at byrja hálvan novembur, ella eftir nærri avtalu.

Eisini søkja vit eftir avloysarum at byrja beinavegin.

Miðgarður er ein stórur og fjølbroyttur dagstovnur mitt í Miðvági. Vit hava 3 vøggustovur, 3 barnagarðstovur, eina stovu til 6 ára gomul og eina serstovu, sum fevnir um alt dagstovnaøkið í Vága kommunu.

Um starvið:

Sum námsfrøðingur í Miðgarði fært tú møguleikan at arbeiða í einum fakliga sterkum og mennandi umhvørvi. Vit síggja okkum sum ein lærandi stovn, ið støðugt arbeiðir við at menna okkara námsfrøðiligu hugsanir og praksis.

Í okkara arbeiði leggja vit stóran dent á at skipa dagligdagin soleiðis, at hann rúmar øllum børnum – heldur enn at børnini skulu tillaga seg skipanini. Grundarlagi undir okkara arbeiði er okkara virkisætlan, okkara relatiónir, og ein barnafatan, ið setur barnið og familjuna í miðdepilin.

Vit vænta at:

  • Tú ert útbúgvin námsfrøðingur

  • Tú ert nærverandi og dugir at skapa góðar relasjónir við børn, foreldur og starvsfelagar

  • Tú hevur eitt barnasýn og eina námsfrøðiliga hugsan, ið samsvarar við okkara virðisgrundarlag

  • Tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevnir

  • Tú tekur ábyrgd og megnar at arbeiða sjálvstøðugt

  • Tú hevur hug at vera partur av einum lærandi stovni, og vil menna bæði teg sjálvan og stovnin fakliga

Okkara umhvørvi

Miðgarður er staðsettur í einum vøkrum og livandi náttúruøki, har fjøll, fjøra, viðarlund og áir eru okkara nærmastu grannar. Hetta gevur okkum serstakliga góðar møguleikar at brúka náttúruna sum ein virknan part av okkara námsfrøðiliga arbeiði.

Vit eru partur av 3 ára verkætlanini “Saman um barnið – Vitan í verki”, saman við øðrum stovnum og skúlum í Vágum, har vit leggja dent á at brúka nýggjastu vitanina í verki.

Løn og setanarviðurskifti

Arbeiðstíðin er millum kl. 7:15 og 17:00. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

  • Námsfrøðingar verða løntir á lønarstiganum 11-24.

  • Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í fyribils starv.

Meira at vita um størvini fæst við at ringja

Ring til leiðaran Majbritt Poulsen á tlf. 794510, ella vitja okkara heimasíður www.midgardur.fo og www.vaga.fo.

Umsókn

Søk starvið við at klikkja á Søk knappin á høgru síðu. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. oktober 2025.

Lýsing er stovnað15. September 2025
Umsóknarfreist1. October 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Miðvágur 370, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki