Kom nærri ungdóminum!
Undirvísarar til aliútbúgvingina á Miðnámi í Vestmanna
Hevur tú hug at undirvísa á einum spennandi, lítlum og hugnaligum miðnáms- og yrkisskúla, við einari greiðari visjón um eina burðardygga gagnnýtslu av náttúrutilfeingi, so hevur tú møguleikan nú!
Miðnám í Vestmanna søkir eftir undirvísarum at undirvísa á skúlanum 31. mars – 30. juni 2025 í hesum lærugreinum:
- Aling av fiski 11 t/vikuna
- Alibúskapur 5 t/vikuna
- Søla og tænasta 3 t/vikuna
- Innovatión og íverksetan 3 t/vikuna
Alt eftir lærugreinasamanseting kann talan verða um tímalærarar, kvotasett ella møguligt fast starv.
Arbeiðsuppgávur
- undirvísa í viðkomandi lærugreinum
- leggja til rættis undirvísingargongdir
- luttaka og skipa fyri verkætlanum, evnisdøgum/-vikum, ið skúlin skipar fyri
Vit vænta at tú
- hevur útbúgving frá lærdum háskúla ella øðrum hægri lærustovni.
Í minsta lagi bachelorútbúgving er kravd fyri at undirvísa á miðnámi - ert samstarvsfús/ur og hevur evni at leggja til rættis
- trívist við at undirvísa og vera saman við ungdómi
Vit bjóða
Eitt nútímans og vælvirkandi skúlaumhvørvi við framúr góðum arbeiðsumstøðum og einum positivum leiðsluhugburði til bæði næmingar og lærarar, og eisini møguleika at vera við til at menna nýggjar yrkisútbúgvingar
Setanar- og lønartreytir
Setanar- og lønartreytir eru eftir sáttmálanum millum Yrkisfelagið miðnám og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Søk við tínum Alfred vanga. Hevur tú ongan kanst tú skjótt og lætt stovna tær ein.
Ella kanst tú senda umsókn til Miðnám í Vestmanna, Fjarðavegur 4, 350 Vestmanna ella við telduposti til frodi.skuvadal@skulin.fo
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Fróða Skúvadal, virkandi rektara, á tlf. 585640
Ungdómur og lívsgleði