

Fulltrúi til Mentamálaráðið
Mentamálaráðið søkir eftir dugnaligum og ágrýtnum fulltrúa til Mentanardeildina at byrja skjótast til ber. Fulltrúin fer serliga at arbeiða við fyrisiting av kirkjumálum umframt øðrum fjølbroyttum uppgávum innan málsøkini hjá ráðnum.
Uppgávurnar hjá fulltrúanum eru m.a.:
- At umsita kirkjumál, herundir at fyrireika og viðgera mál, veita ráðgeving og røkja samskiftið við Fólkakirkjuna og aðrar viðkomandi partar.
- At taka lut í menningini av fyrisitingini og regluverkinum á kirkjuøkinum, herundir í lóggávuarbeiði og øðrum fyrisitingarligum uppgávum.
- At arbeiða við fyrisitingarligum og fíggjarligum uppgávum í breiðum týdningi, herundir fíggjarætlanum og uppfylging.
- At taka lut í fyrisitingarligum uppgávum í sambandi við byggimál og aðrar verkætlanir.
- At veita landsstýrismanni, leiðslu og starvsfólkum í ráðnum holla ráðgeving og fyrireika mál til politiska og fyrisitingarliga viðgerð.
Fulltrúin skal tryggja, at uppgávurnar verða loystar á einum høgum fakligum stigi, og at fyrisitingin er væl skipað og í samsvari við galdandi reglur og nútímans krøv.
Høvuðsuppgávan hjá einum stjórnarráði er politisk menning og umsiting, sum fevnir um at veita landsstýrismanninum tænastur og tryggja, at málsøkini verða umsitin á fullgóðan hátt.
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava viðkomandi kandidatútbúgving frá hægri lærustovni við innliti í fyrisiting, lóggávu-, samfelags- og búskaparviðurskifti. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur royndir frá almennari fyrisiting og kunnleika til fíggjarstýring og játtanarviðurskifti. Tú skalt vera skipað/ur, duga at arbeiða sjálvstøðugt og hava góð evni at greina og viðgera fjølbroytt mál. Tú skalt duga væl at orða teg á føroyskum, donskum og enskum, bæði í skrift og talu. Tú skalt vera tænastusinnað/ur, fyrikomandi, hava góð samstarvsevni og tola broytingar í starvsinnihaldinum. Tú skalt duga skjótt at seta teg inn í nýggj viðurskifti, hava gott yvirlit og megna at arbeiða við fleiri ymiskum uppgávum samstundis. Eisini skalt tú hava politiskt tev og áhuga fyri samfelagsviðurskiftum sum heild.
Vit bjóða
Starvið er spennandi og fjølbroytt við skiftandi uppgávum og nógvum samskifti bæði innan og uttan fyri ráðið. Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi og gevur góðar møguleikar fyri bæði persónligari og fakligari menning. Tú verður partur av einum fakligum umhvørvi, har uppgávurnar verða loystar bæði sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við leiðslu og starvsfelagar í ráðnum.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett sambært avvarðandi sáttmála. Setanarøkið fevnir um øll stjórnarráðini, Løgmansskrivstovuna og deildir teirra.
Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til:
Mentamálaráðið
J. H. Schrøters gøta 7
Postrúm 3279
FO-110 Tórshavn
ella við telduposti til: [email protected]
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú seta teg í samband við Torkil V. Rasmussen, deildarstjóra á Mentanardeildini, á tlf. 555046 ella teldupost [email protected].
Mentamálaráðið fyrisitur høvuðsmálsøkini børn, útbúgving, gransking og mentan. Sí heimasíðu ráðsins: www.mmr.fo.
Føroyskt
Enskt
Danskt