

Køksfólk til dagstovnin Brúsa í Leirvík
Søkt verður eftir dugnaligum og arbeiðssomum køksfólki at byrja 01. oktober 2026 ella skjótast tilber.
Talan er um starv á 20 tímar um vikuna á Brúsa í Leirvík
Arbeiðsuppgávur:
- Í samráð við avvarðandi leiðarar at gera miðmála, innkeyp av húsarhaldsvørum, seta vøruna upp á pláss, gera innkeypslistar og matarætlan o.a í tí sambandi. Eisini er uppgávan hjá køksfólkinum at vaska klæðir o.a.
Persónligir eginleikar
- Álítandi og ábyrgdarfull/ur
- Samstarvssinnað/ur og jalig/ur
- Røkin og arbeiðssom/samur
- Fleksibul og tolir broytingar
Løn og setunarviðurskifti:
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Kost- og føðslufelagið.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hava vit skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til:
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 18. september 2026.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Poulu Eidesgaard, leiðara á Brúsa- telefon 73 00 40.

