Kringvarp Føroya
Kringvarp Føroya
Kringvarp Føroya

Journalistar til farloyvisstørv í Kringvarpi Føroya

Kom og ger mun í Kringvarpi Føroya – vit leita eftir journalistum til farloyvisstørv.

Hevur tú áhuga í samfelagsviðurskiftum, men vantar royndir í fjølmiðlaverðini? So bjóða vit upplæring í vinkling og miðling.


Vilt tú sleppa at veita Føroya fólki týðandi og álítandi tíðindi? Gongur tú høgt upp í at geva rættar og neyvar upplýsingar? So er tað tær, vit leita eftir!

Vit søkja journalistar til trý spennandi og mennandi tíðaravmarkað størv:

Tvey fulla tíð og eitt 80%. Arbeiðstíðir og brøkur kunnu eisini lagast til tíni ynski.

Sum journalistur hjá okkum fært tú møguleikan at arbeiða á minst tveimum spennandi miðlapallum: útvarp, sjónvarp ella kvf.fo, og tú mást sjálvandi duga væl føroyskt í skrift og talu.

Vit leita eftir tær, sum:

  • vilt gera mun, bæði við at leita eftir spennandi søgum og siga tær søgur, sum redaktørurin velur

  • hevur høgt trúvirði, ert álítandi og heldur avtalur

  • kanst tosa eitt mál, sum øll skilja

  • dugir at arbeiða undir tíðartrýsti og ert til reiðar at sleppa øllum, tá ið brátíðindi eru

Hjá okkum fært tú:

  • ein fjølbroyttan, spennandi og mennandi arbeiðsdag sum partur av einum tøttum redaktionellum toymi

  • innlit í og møguleika fyri at varpa ljós á týdningarmiklar og forvitnisligar partar av føroyska samfelagnum

  • Upplæring í vinkling og miðling til sjónvarp, útvarp og net

Setanar- og lønarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið. Arbeiðstíðin er í miðal 39 tímar um vikuna við skiftandi vaktum.

Umsókn

Tín umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 8. januar 2025.

Lat okkum frætta frá tær

Vit frætta fegin frá tær, um tú vilt vita meira um starvsmøguleikan. Ring til Elina Mirjamsdóttir, virkandi tíðindaleiðara, á telefon 296542 ella send teldupost til elinm@kvf.fo.

Lýsing er stovnað23. December 2024
Umsóknarfreist8. January 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Stað
100, 20 Norðari Ringvegur, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki