Hotel Tórshavn
Hotel Tórshavn
Hotel Tórshavn

Hotelleiðari til Hotel Tórshavn

Droymir tú um at leiða eitt sjarmerandi hotell og skapa upplivingar, sum gestir ongantíð gloyma? Á Hotel Tórshavn fært tú møguleika at seta tín egna dám á staðið og menna eitt livandi hotel, har gestir altíð føla seg vælkomnan.

Hotel Tórshavn liggur mitt í hjartanum í Tórshavn við útsýni yvir Vágsbotn. Við sínum 43 kømrum og ríku søgu, sum røkkur heilt aftur til 1923, er hetta eitt heilt serligt stað, ið upprunaliga var kent sum "Sjómansheimið".

Vit leita eftir einum eldhugaðum hotelleiðara, sum vil vera við til at menna og skapa eitt hotel, har bæði gestir og starvsfólk trívast, og har hugnaligar upplivingar eru í fokus.

Vit leita eftir tær, sum...

  • Brennur fyri at skapa eitt hotel, sum ikki bert er eitt gistingarstað, men ein uppliving.
  • Vil vera hjartað á hotellinum og tryggja, at gestir altíð føla seg vælkomnan.
  • Dugir at skipa fyri tiltøkum, skapa lív á hotellinum og samstarva við tónleikarar, fyriskiparar og onnur.
  • Hevur eitt natúrligt leiðarasinni og kanst tryggja, at hotellið verður rikið við gestablídni í hásæti.
  • Trívist við fíggjarstýring og dagligum rakstrarætlanum.

Harumframt skalt tú trívast við skiftandi uppgávum – ein dagur kann vera í móttøkuni, ein annar dagur við starvsfólkasamrøðum, og ein triði í samrøðu við onkran, sum skal skipa fyri eini pub quiz. Tú skalt vera ein natúrligur samskiftari, ið dugir at samstarva við øll – frá køkinum og barrini til móttøkuna og reingerðartoymi.

Vit bjóða...

  • Eitt fjølbroytt og spennandi starv, har tú fært fríar hendur at seta tín egna dám á hotellið.
  • Eitt arbeiðspláss, har tú veruliga kanst gera mun.
  • Eitt toymi av dugnaligum og eldhugaðum starvsfólkum.
  • Fulltíðar starv á 40 tímar um vikuna - arbeiði í vikuskiftinum kann fyrikoma.
  • Løn eftir avtalu.

Hvat krevst?

Leiðsluroyndir eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Tað týdningarmesta er, at tú hevur hjarta og drívmegi til at menna hotellið. Tú skalt kunna vera við til at byggja nakað upp, vera ein samansjóðari og tryggja, at gestir og starvsfólk altíð kenna seg væl.

Kundi tú hugsað tær at fingið ábyrgdina av Hotel Tórshavn og at vera við til at skapa nakað heilt serligt?

Send okkum tína umsókn! Umsóknar freist er 20. Apríl 2025.

Vit vilja fegin hoyra frá øllum áhugaðum – óansæð aldur, kyn ella royndir. Tað týdningarmesta er, at tú hevur eldhuga og drívmegi til at menna Hotel Tórshavn.

Spurningar kunnu sendast til HR-leiðari Kristina Zangenberg á HR@gistogvist.fo.

Lýsing er stovnað24. March 2025
Umsóknarfreist20. April 2025
Málslig krøv
EnsktEnskt
Kravt
Sera góður
FøroysktFøroyskt
Valfrítt
Miðal førleiki
Stað
2 Tórsgøta, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Førleikar
PathCreated with Sketch.FíggjarstýringPathCreated with Sketch.Jaligt lyndiPathCreated with Sketch.HugflogPathCreated with Sketch.KundatænastaPathCreated with Sketch.FyriskipanPathCreated with Sketch.Starvssetan
Starvsgreinar
Starvsmerki