Tjarnargarður
Tjarnargarður
Tjarnargarður

Hjálparfólk til køkin

»Sansir vekja minnir og gera máltíðirnar til stjørnuløtur á Tjarnargarði«.


Starvið

Á Tjarnargarði verður søkt eftir einum hjálparfólki til tíðaravmarkað starv, at starvast á starvsbrøki 0,75, í tíðarskeiðnum frá 1. mai 2024 til 30. apríl 2025.

Starvsbrøkur 0,75 svarar til 30 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er í dagtímunum, gerandisdagar millum kl. 8.30 og 14.30, og 4. hvørt vikuskifti kl. 9.00 til 15.00.

Tað er eisini ein møguleiki at arbeiða tríggjar fastar dagar um vikuna, frá kl. 8.00 til 15.00 og 4. hvørt vikuskifti frá kl. 9.00 til 15.00.

Á Tjarnargarði eru tvær deildir, Lava-og Luddalon, har eru 24 búpláss til eldri borgarar. Og Demensdepilin við 18 plássum, har vit veita búpláss og umlætting til borgarar við demenssjúku. Harumframt hava vit 12 pláss í dagtilboðnum og veita fysio-og ergoterapi.

Køkurin er ein nýggjur yrkis stovnskøkur, og hevur løggilding sum móttøkukøkur. Mat framleiðslan á Tjarnargarði er til 41 borgarar, og umfatar millum máltíðir, nátturða og bakstur, sum alt verður gjørt á Tjarnargarði. Døgurðin og omaná verður dagliga gjørt á Lágargarði, og koyrt út til Tjarnargarð.

Tú hevur ein leiðandi føðsluatstøðing afturat tær, sum hevur starvast í køkinum á Tjarnargarði í nógv ár, og sum tú kemur at starvast saman við til dagligt.


Arbeiðsuppgávur

Mat framleiðsla, fyrireiking, innaneftirlit, og fyrireiking av teimum ymisku heitu og køldu rættunum, smyrji breyð, dessertum, baking av breyði og køkum, orkudrykkir, lagkøkur, upprudding, uppvask og reingerð.

Fyri at fáa máltíðirnar til stjørnuløtur í gerandisdegnum hjá búfólkunum, kemur tú at arbeiða tvørfakligt saman við teimum ymisku fakbólkunum á Tjarnargarði.


Førleikar

  • Viðkomandi arbeiðsroyndir úr køki kunnu vera ein fyrimunur
  • Góð evni at samskifta í skrift og talu
  • KT førleika á brúkarastøði


Persónligir eginleikar

  • Álítandi og ábyrgdarfull/-ur
  • Tolir stórt arbeiðstrýst
  • Samstarvssinnað/-ur og jalig/-ur
  • Røkin og arbeiðssamur
  • Liðiligur og tolir broytingar


Vit bjóða:

  • ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • ávirkan á menningina í køkinum
  • upplæring á staðnum
  • eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan


Setanarviðurskifti

Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag ella avvarðandi yrkisfelag.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Camilla Holmegaard Hansen, deildarleiðara fyri køkarnar í H&U, á telefon 22 37 82, ella á teldupost camillab@torshavn.fo

Lýsing er stovnað11. April 2024
Umsóknarfreist22. April 2024
Stað
58 Hoyvíksvegur, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki