

Heilsutrygd søkir viðtalustarvsfólk til kommunulæknaviðtalur í Vestmanna og Klaksvík
Um størvini
Talan er um størv sum viðtalustarvsfólk í viðtalum, har kommunulæknin ikki er í føstum starvi.
Størvini eru:
Eitt starv sum viðtalustarvsfólk í heilsumiðstøðini í Klaksvík (Heilsuøki 1).
Setanarbrøkurin er áleið 0,6 til 0,8. Talan er um tíðaravmarkað starv frá 1. september 2026 til 30. september 2027.
Eitt starv sum viðtalustarvsfólk í heilsumiðstøðini í Vestmanna (Heilsuøki 3).
Setanarbrøkurin er áleið 0,6 til 0,8. Talan er um tíðaravmarkað starv frá 1. september 2026 til 30. apríl 2027.
Førleikar og eginleikar
- Tú hevur eina heilsufakliga útbúgving, eitt nú sum sjúkrarøktarfrøðingur, ella útbúgving sum læknaskrivari
- Tær dámar væl at hava nógv um at vera og at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
- Tú ert fyrikomandi
- Tú dugir at halda skil á upplýsingum og, tá tað er neyðugt, at gera metingar um, hvat er viðkomandi ella hevur størst týdning
- Tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá kommunulæknaviðtalu ella hevur viðkomandi skeið, men hetta er ikki ein treyt
Tú fært upplæring í arbeiðsgongdunum í viðtaluni tær fyrstu vikurnar.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.
Tá talan er um setan í fast/tíðaravmarkað starv í avloysaraviðtalu, eru setanarviðurskifti soleiðis, at umstøðurnar hjá viðtalustarvsfólki broytast, um/tá lækni verður settur í fast starv. Í eini møguligari setanarsamrøðu verða hesi viðurskifti umrødd umframt rættindi og skyldur í slíkum føri.
Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík
Størvini verða sett frá 1. september 2026 ella eftir nærri avtalu.
Vilt tú hava fleiri ella neyvari upplýsingar, kanst tú venda tær til Petur Martin Hansen, deildarleiðara á Heilsutrygd á tlf. 614000, pmh@heilsutrygd.fo
Føroyskt
