

Hegnari til Runavíkar kommunu
Søkt verður eftir hegnara til Runavíkar kommunu at byrja skjótast gjørligt.
Arbeiðsuppgávan er at viðlíkahalda verandi og hegna nýtt í allari kommununi.
Serliga í vetrarhálvuni kunnu aðrar fyrifallandi uppgávur hjá rakstrardeildini væntast.
Starvið er sum útgangspunkt fulla tíð, og tú vísir til rakstrarleiðaran hjá kommununi.
Vit vænta at tú:
Hevur koyrikort til vanligan bil
Ert nærlagdur og røkin
Av og á tolir skiftandi arbeiðstíðir
Løn og setanarviðurskifti:
Starvið er lønt sambært sáttmála millum avvarandi yrkisfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Ynskir tú at vita meira um starvið, kanst tú venda tær til Ragnar Rógvason á tlf. 237056.
Um ov fáar umsóknir koma inn, tilskilar kommunan sær rætt til at lýsa starvið av nýggjum.
Umsókn skal sendast umvegis alfred.fo ella við telduposti til runavik@runavik.fo í seinasta lagi 27. apríl 2025.
