Demich
Demich
Demich

Handverkari

Demich er í vøkstri. Grøna orkuskiftið førir við sær stóran eftirspurning eftir hitapumpum, og tí hava vit tørv á nógv fleiri fólkum, so vit kunnu nøkta tørvin. Vit leita eftir handverkara, at gerast partur av okkara ágrýtna starvsfólkahópi.

Hvat inniber starvið?

Vit vænta, at tú dugir eitt sindur av hvørjum. Tí hjá okkum sleppur tú bæði at montera hitapumpur, gera HVS-, ventilatións- og smiðjuarbeiði: bæði stórt og smátt. Tú fært góðar treytir og eina kappingarføra løn.

Hvat fært tú frá Demich?

Tú kemur at arbeiða í einum mennandi umhvørvi, har tú fært nógvar spennandi og fjølbroyttar avbjóðingar. Hartil kemur sjálvandi ein fittur og fryntligur starvsfólkahópur.

Hvat fær Demich frá tær?

Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, leggur nógv fyri dagin og fært nógv á skaftið.

Treytir og fyrimunir

  • Útbúgving sum rørleggjari, maskinsmiður e.l. ella gott hegni til handverk.
  • Tú mást helst hava koyrikort.
Lýsing er stovnað16. januar 2024
UmsóknarfreistEingin freist
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
2 Stiðjagøta, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki