Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið
Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið
Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið

Fulltrúi

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið søkir eftir avloysara til spennandi starv sum fulltrúi at byrja skjótast gjørligt. Starvið er tíðaravmarkað til eitt hálvt ár.

Sum fulltrúi kemur tú at arbeiða á fiskivinnuøkinum, har uppgávurnar m.a. eru:

  • At greina og viðgera mál á fiskivinnuøkinum.
  • At menna og dagføra arbeiðsøkir, kunningartilfar, mannagongdir o.a. í ráðnum.
  • At stuðla undir fyrireikingunum til fiskiveiðisamráðingar og virksemi í fleirtjóða fiskiveiðifelagsskapum.

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava kandidatútbúgving frá hægri lærustovni innan búskaparfrøði, løgfrøði, samfelagsvísund ella aðra viðkomandi kandidatútbúgving.

Vit vænta, at tú

  • ert fakliga væl fyri, arbeiðir skipað og við nærlagni, og kann arbeiða sjálvstøðugt,
  • dugir væl at orða teg og samskifta bæði í skrift og talu og hevur góðar telduførleikar,
  • ert fyrikomandi, fleksibul og hevur góð samstarvsevnir.

Vit bjóða

Eitt spennandi og avbjóðandi avloysarastarv við fleksiblum kørmum og fjølbroyttum arbeiðsuppgávum, sum verða loystar í tøttum samstarvi við starvsfelagar í ráðnum. Tú verður partur av dugnaligum starvsfólkahópi, har vit raðfesta trivnað og gott arbeiðsumhvørvi. Vit leggja dent á samstarv, vitanarskifti og at menna okkum fakliga.

Løn og setanartreytir

Talan er um eitt avloysarastarv í eitt hálvt ár. Starvið er fulltíðarstarv og skal setast skjótast gjørligt. Tað kann væntast, at nakað av ferðing verður partur av starvinum. Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Um Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Fiskivinnu-og samferðslumálaráðið er eitt av níggju stjórnarráðum í landsfyrisitingini, ið veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika. Her starvast 17 starvsfólk, sum umsita fiskivinnumál, fiskiveiðieftirlit, fiskirannsóknir og – gransking, inntøkutrygd fiskimanna, hvalamál, bjarging, trygd, veðurtænastu, busskoyring, farmakoyring, ferjulegur, ferjur, ferðslumál, landshavnir, landsvegir, tyrlupallar og ráðgeva viðvíkjandi flogvøllum.

Umsóknarfreist

Um starvið hevur tín áhuga send okkum umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum til starv@fisk.fo í seinasta lagi 21. apríl 2025. Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við Betzy Ludvig, løgfrøðing, tlf. 267703 ella betzy.ludvig@fisk.fo Vit gleða okkum at frætta frá tær.

Lýsing er stovnað9. April 2025
Umsóknarfreist21. April 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Stað
15 Yviri við Strond, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki