VEKS
VEKS
VEKS

Frítíðaravloysari

Søkt verður eftir frítíðaravloysarum í tíðarskeiðnum 1. juni til 31. august 2025.

Talan er um størv innan fylgjandi fakbólkar:

  • Sjúkrarøktarfrøðingar
  • Heilsurøktarar
  • Heilsuhjálparar
  • Køks- og vaskifólk

Starvsøkið
Røktarheimið á Mørkini og økið úti á Streymoynni við Sundalagið.
Korndalsbýlið og økið úti á Eysturoynni við Sundalagið og við Gjógv.
Heimið á Grønanesi og økið úti í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í vikuskiftum.

Setanar- og lønarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag hjá nevndu fakbólkum.

Upplýsingar

Nærri upplýsingar um starvsinnihald fáast við at venda sær til:

– Mørkin og økið úti á Streymoynni, Birita B Iversen tlf. 793251.

– Korndalsbýlið og økið úti á Eysturoynni, Tórgerð Jallgrímsdóttir tlf. 793234.

– Grønanes og økið úti Vestmanna/Kvívík, Sunrid á Borg tlf. 217479.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til:

veks@veks.fo

ella til

Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59
FO-350 Vestmanna

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 18. mars 2025, kl. 12.00.

Upplýsingar um virksemi okkara, eru á heimasíðuni www.veks.fo.

Lýsing er stovnað13. March 2025
Umsóknarfreist18. March 2025
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
59 Bakkavegur, Vestmanna 350, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki