

Framleiðsluleiðari
Looknorth søkir eftir framleiðsluleiðara
Hevur tú hug og hegni fyri at skipa, menna og leiða eitt framleiðslutoymi? Dámar tær at arbeiða í einum virki, har vit leggja dent á nýskapan og burðardygga framleiðslu? So kundi tú verið okkara nýggi framleiðsluleiðari.
Um starvið
Sum framleiðsluleiðari hjá Looknorth verður tú við til at tryggja, at okkara framleiðsla koyrir smidliga, trygt og eftir hægstu dygd.
Tú kemur at hava ábyrgd av dagligu leiðsluni í framleiðsluni og arbeiða tætt saman við leiðsluni um at røkka málunum hjá fyritøkuni.
Arbeiðsuppgávur:
- Leiða og menna framleiðslutoymið
- Leggja dagligu framleiðsluna til rættis.
- Tryggja góðsku og menna framleiðslu mannagongdir
- Tryggja, at trygd og trivnaður eru í hásæti á arbeiðsplássinum
- Dagligt viðlíkahald; at virkið verður hildið reint og ruddiligt.
Vit vænta, at tú
Hevur eitt lætt sinnilag, ja-ligan hugburð og dugir at stuðla og geva íblástur til starvsfólkini. Tú skalt tola at arbeiða undir trýsti.
Hevur evnir at inkludera og samskifta soleiðis, at starvsfólkini merkja, at tey eru við í øllum, ið fyriferst á virkinum.
Førleikar
Tað er ikki eitt krav, men kann vera fyrimunur um tú hevur útbúgving ella royndir við handverki, maskinum ella framleiðslu.
Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna og byrjað verður eftir nærri avtalu.
Umsóknir skulu sendast til: ragnar@looknorth.fo
Um nærri greining ynskist um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Ragnar O. Sundstein, stjóra, umvegis telefon 758110 ella teldupost: ragnar@looknorth.fo