Faroe Marine Products  P/F
Faroe Marine Products P/F
Faroe Marine Products  P/F

Framleiðslufólk til mjøl og lýsiframleiðslu

Sum partur av toyminum verður tín fremsta uppgáva at ganga á vakt, tá framleitt verður. Arbeitt verður í skiftisvaktum á 12 tímars vaktum, tá framleitt verður.

Talan er um tímalønt starv, og starvsstaðurin er á Hagaleiti í Leirvík.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

Arbeiði innber

·         tá framleiðsla er:               hava eftirlit við framleiðsluni inni í kontrollrúminum

avsekkja mjøl

landing og avskipan

 

·         tá ongin framleiðsla er:   fyrifallandi arbeiði, td. smyrjing og reingerðing

Krøv til útbúgving og førleikar

Fyrimunur er at tú hevur teldukunnleika á brúkarastøði. Neyðugt er, at tú kanst arbeiða skeivar tíðir, tá framleiðslan koyrir alt døgni. Hevur tú eina elektrikkara- ella smiðjuútbúgving er tað ein fyrimunur, men ikki krav.

Sum persónur ert tú væl skipaður og virkisfúsur, at tú hevur jaligan hugburð, at tú hevur góð samstarvsevnir og eisini megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.

Vit bjóða

Vit kunnu bjóða eitt starv í eini fyritøku í framhaldandi menning, har uppgávurnar eru spennadi og avbjóðandi. Arbeiði er árstíðarbundi, og tí er nógv arbeiði í ávís tíðarskeið, meðan tað eisini eru tíðarskeið við minni arbeiði.

Ynsir tú at vita meir?

Um tú ynskjr at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sonni Højgaard, framleiðsluleiðara, á tlt. 762222 ella t-post [email protected].

 

Lýsing er stovnað14. november 2023
Umsóknarfreist1. desember 2023
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
520, 101 Víkarvegur, Leirvík 520, Føroyar
Starvsslag
Førleikar
PathCreated with Sketch.Arbeiði sjálvstøðugtPathCreated with Sketch.ErligheitPathCreated with Sketch.Jaligt lyndiPathCreated with Sketch.NeyvleikiPathCreated with Sketch.Tolsemi
Starvsgreinar
Starvsmerki