

Ferðslusamskipari
Vit søkja eftir starvsfólki til fast starv við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum sum ferðslusamskipari, at byrja skjótast gjørligt.
Talan er um eitt starv, har tú kemur at arbeiða innan umsiting og rakstur. Høvuðsuppgávan verður at samskipa ferðsluna av flogførum og tyrlum á flogvøllinum. Harumframt kemur tú at taka tær av øðrum uppgávum í hesum sambandi og at samstarva við onnur starvsfólk í rakstrardeildini, í Torninum og í umsitingini hjá Vága Floghavn.
Tú verður partur av fasta toyminum, sum hoyrir til rakstrarøkið hjá Vága Floghavn.
Arbeiðsuppgávurnar fevna um m.a.:
- Samskifti og samskipan við flogfeløg sum hava rutu- og farmaflúgving og Tyrludeildina hjá Atlantic Airways um spurningar viðvíkjandi ferðaætlan, standplássum, handling og øðrum tænastum
- Samskifti og samskipan við umboð fyri charterflogfeløg, privatflogfør og hernaðarflogfør og tyrlur um spurningar viðvíkjandi standplássum, handling og øðrum tænastum
- Samskifti og samskipan við handlingsfeløg og aðrar tænastuveitarar til flogfør og tyrlur
- Samskifti og samskipan við AFIS, Marshall og flogfeløg um turnaround plan
- Samskifti og samskipan við Politi, TAKS og aðrar myndugleikar
- Samskifti og samskipan við scr-slotcoordination
- Vera við til at umsita ferðslukunningarskipanina (LEAN-FIDS)
- Avrokning v.m. av charter- og privatflogførum, farmaflogførum og hernaðarflogførum
- Aðrar uppgávur til tess at tryggja, at flogfør, tyrlur, flogfeløg, handlingsfeløg, myndugleikar og aðrir partar fáa eina smidliga og góða tænastu í sambandi við fyrireikingar og avgreiðslu av flogferðsluni
Arbeiðstíðir:
Vanliga arbeiðstíðin er í miðal 39 tímar um vikuna frá mánadag til fríggjadag. Tó kann onkuntíð gerast neyðugt at arbeiða uttanfyri hesar tíðir, um ferðsluviðurskiftini gera tað neyðugt. Arbeiðstíðin kann tó verða umløgd til eina vaktarskipan ávís tíðarskeið – t.d. um summarið, tá ferðslan økist munandi – tá arbeiðsuppgávur í ávísan mun eisini mugu avgreiðast í vikuskiftum og á øðrum almennum frídøgum. Møguleiki verður tá at avgreiða átrokandi uppgávur, sum ikki kunnu bíða, heimanífrá, sosum at svara átrokandi teldupostum, telefonsamrøðum o.l.
Tann, sum verður sett/ur, skal tola broytingar av arbeiðstíðum umframt av arbeiðsuppgávum og skipan av starvsøkinum sum liður í rakstrarliðugm og/ella bygnaðarligum ella øðrum broytingum.
Vit vænta, at tú ert væl skipað/ur og at tú kanst tillaga teg skiftandi arbeiðstíðir og uppgávur. Eisini vænta vit, at tú dugur væl at samskifta og ert tænastu sinnað/ur.
Tað er eitt krav, at tú hevur góðan málsligan førleika á føroyskum, donskum og enskum, eins og teldukunnleika á brúkarastigi.
Vága Floghavn syrgir fyri upplæring í serligum skipanum til eitt nú ferðslukunningarskipanina, slot-stýringarskipanina og aðrar serskipanir.
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir eru sambært nærri avtalu. Starvið verður sett við 3 mánaðar royndartíð.
Ein treyt fyri at arbeiða hjá Vága Floghavn er, at tú hevur reina revsiváttan, og fært neyðugar trygdargóðkenningar til at arbeiða á flogvallarøkinum.
Vit tilskila okkum rætt til frítt at velja millum umsøkjararnar.
Tú gerst partur av góða starvsfólkahópinum hjá Vága Floghavn, og vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, fasta løn, umframt ymsar starvsfólkaágóðar, m.a. matarskipan og heilsutrygging.
Føroyskt
Enskt
Danskt