Fuglafjarðar kommuna
Fuglafjarðar kommuna
Fuglafjarðar kommuna

Fastur avloysari til Stropan á Kambsdali

Brennur tú fyri trivnaðinum og menningini hjá tí einstaka barninum?

Kundi hugsa tær at arbeitt miðvíst við Betri vinir og motoriskari sansastimbran?

Vit sóknast eftir føstum avloysara, ið vil vera við í okkara menningararbeiði og sum ynskjur at starvast í einum umhvørvi, har ein kann vera við til at mynda og seta sín dám á okkara frálíka stovn við óteljandi møguleikum.

Arbeiðstíðin er 35 tímar um vikuna, men tó kann tímatalið tillagast. Starvið er ætlað námsfrøðingi, og verður sett skjótast gjørligt. Um námsfrøðingur ikki søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Á stovninum arbeiða vit m.a. við ”Betri vinir”, ið er ein fyribyrgjandi verkætlan ímóti happing. Harafturat leggja vit stóran dent á motoriska sansastimbran og hava vit starvsfólk við viðkomandi útbúgvingum og royndum innan øki.

Uppgávan hjá fasta avloysaranum er, at røkja fjølbroyttar arbeiðsuppgávur og kemur viðkomandi at starvast í ávíkavist vøggu-, miðlinga- og barnagarðsstovunum í samband við fráveru hjá starvsfólkum vegna feriu, sjúku og annað líknandi. Leiðslan leggur arbeiðsætlanina til rættis. Tó er týdningarmikið at megna broytingar við stuttum skotbráið.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
  • Tú megnar at arbeiða sjávstøðugt
  • Tú ert ja-ligur,
  • Tú ert ígongdsetandi
  • Tú dugir at samstarva, taka ábyrgd, og dugir at seta tær mál
  • Tú dugir at skapa ein spennandi og fjølbroyttan gerandisdag, har barnið er í miðdeplinum. 
Ágóðar við starvinum
  • Starv við skemalagdari fyrireikingartíð, ið gevur góðar umstøður til at fyrireika, eftirmeta og útinna ta námsfrøðiliga arbeiði.
  • Starv, har menningin hjá tí enstaka barninum er í miðdeplinum.
  • Starv, har foreldrasamstarv verður raðfest høgt.
  • Starv, har ein kemur at hava ávirkan á sítt arbeiðslív.
  • Starv, har ein gerst partur av einum góðum og støðugum starvsfólkahópi, ið raðfestur trivnað og fakliga menning høgt.
Um Stropan

Stropin byrjaði sítt virksemi í september 2012 og er ætlaður 72 børnum í aldrinum 0-6 ár. Á stovninum eru fimm stovur: tvær vøggustovur, tvær barnagarðsstovur og ein miðlingastova. Á stovninum starvast 18 dugnalig, eldhugað, nærløgd, fjølbroytt og stuttlig starvsfólk, ið gleða seg at fáa teg í starvsfólkahópin. Dagstovnurin liggur á Kambsdali, ið er ein sonn náttúruperla, ið setur stóran dám á okkara gerandisdag. Vit hava framúr góðar umstøður bæði innan- og uttandura, har áhugamálini og trivnaðurin hjá børnunum, eru okkara fremstu endamál.

Setanarviðurskifti

Starvið, ætlað námsfrøðingi, verður sett skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag millum kl. 07.15 – 17.00. Eftir áheitan frá leiðsluni kann fundarvirksemi eftir arbeiðstíð koma fyri.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Lønarflokkur 2 - 8 fyri hjálparfólk og 11 – 24 fyri námsfrøðingar. Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Fuglafjarðar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Lýsing er stovnað20. mars 2024
Umsóknarfreist4. apríl 2024
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Børkugøta, Kambsdalur 530, Føroyar
Starvsslag
Egnað til
Starvsgreinar
Starvsmerki