Dugni
Dugni
Dugni

Ert tú eldsálin vit leita eftir?

Nú deildarleiðari okkara fer í annað starv, leita vit eftir einum kreativum og nýhugsandi leiðara, sum kann leiða arbeiðið okkara á Hjalla víðari fram móti settum málum.

Vit ynskja at gerast enn betur til okkara uppgávu við arbeiðsfremjandi tiltøkum og at gagnnýta møguleikarnar innan endurnýtslu í nógv størri mun. Vit ynskja at vera slóðbrótandi í mun til burðargóðsku.

Endamálið hjá Dugna er at stuðla fólkum í at fáa eitt virkið lív. Sum spírin í búmerki okkara lýsir, so byggja vit okkara arbeiði á burðardygt grundarlag, har menniskju eins og lutir fáa nýggjar møguleikar og virðið.

Ígjøgnum okkara tiltøk kunnu fólk brúka Dugna til eina lopfjøl víðari út í arbeiði ella útbúgving, ella eitt frírúm, har tey kunnu starvast eftir førimuni.

Málbólkurin hjá Dugna eru fólk við lættari sálarligum, sosialum og/ella kropsligum avbjóðingum.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

Sum deildarleiðari á Hjalla kemur tú at arbeiða í tøttum samstarvi við starvsfólkini á deildini eins og við leiðslubólkin á Dugna.

 

Tú hevur ábyrgd av:

  • at arbeiðið á deildini er í samsvar við endamálið hjá Dugna.
  • at virksemið er fíggjarliga burðardygt.
  • at arbeiðið byggir á trivnað, virðing og menning

 

Krøv til útbúgving og førleikar

Førleikakrøv

  • Tú dugir at arbeiða við menniskjum.
  • Tú hevur viðkomandi útbúgving innan sosialfakligt arbeiði, handverk ella líknandi.
  • Tú hevur góðan leiðsluførleika og ert motiverandi í tínum leiðsluhátti.
  • Tú ert væl skipað/-ur í tínum arbeiði og hevur fíggjarligt hegni.
  • Tú er kreativ/ur og dugir at síggja møguleikar fyri arbeiðsfremjandi tiltøkum samantvinna við endurnýtslu og sølu.
  • Tú dugir væl at raðfesta, samskipa, leiða og kveikja til tess at fáa mest møguligt burturúr tilfeinginum á stovninum.
  • Tú dugir at samstarva og viðvirka til, at Dugni samla kann virka eftir eini felags kós og við námsfrøðiligari dygd.
  • Tú dugir væl at samskifta á føroyskum bæði á skrift og í talu.
  • Tú hevur góðar telduførleikar
Lýsing er stovnað9. September 2024
Umsóknarfreist20. September 2024
Stað
7A Á Hjalla, Hoyvík 188, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki