Vesturvón
Vesturvón
Vesturvón

Ergoterapeutur til Vesturvón

Vit leita eftir einum ergoterapeuti, sum ynskir at gera mun saman við okkara fantastiska starvsfólkahópi.

Starvið er fulla tíð, men møguleiki er eisini fyri lægri starvsbrøk.

Ergoterapeutur til Vesturvón

Ert tú ein eldhugaður og samstarvssinnaður ergoterapeutur, so er tað kanska júst tær vit leita eftir, sum okkara komandi starvsfelagið.

Vesturvón er eldrasamstarvið millum Sørvágs- og Vágakommunu.

Aðalmálið hjá Vesturvón er, at skapa góð og virðilig kor fyri okkara eldru, og at tryggja at allir borgarar fáa heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering.

Uppgávan er, at gera eitt fakligt arbeiði við tí endamáli, at skapa, endurskapa ella varðveita tað meiningsfulla gerandislívið hjá borgarum á øllum lívsins stigum. Tryggja at fakliga støðið er dygt og livir upp til ásetingarnar í lógini og normarnar á fakøkinum.

Fyri at røkka hesum, verður vænta av okkara starvsfólkum, at tey arbeiða heilsufremjandi og fyribyrgjandi.

Í terapeuttoyminum á Vesturvón starvast í løtuni ein deildarleiðari, ein ergoterapeutur og tveir fysioterapeutar. Vit hesum starvinum økja vit um starvsfólkahópin við einum ergoterapeuti.

Søkt verður eftir:

  • Ergoterapeuti í fast starv á starvsbrøk 1,0 frá 1. desembur 2024 ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er eisini fyri lægri starvsbrøk.

Førleikakrøv

  • Útbúgving, prógv og autorisatión sum ergoterapeutur

Uppgávurnar verða:

  • Veita viðgerð og venjing til búfólk á røktarheiminum og til heimabúgvandi borgarar
  • Kanna, greina og meta um umstøður og førleikar hjá borgarum
  • Veita viðlíkahaldsvenjingar, endurvenjingar og rehabilitering
  • Luttaka í fyribyrgjandi tiltøkum til borgaran bæði einstakliga og í bólkum
  • Veita vegleiðing, undirvísing og ráðgeving til borgarar, starvsfólk og avvarðandi
  • Gera fyrireikandi og uppfylgjandi arbeiði í samband við inn- og útskrivan frá rehabiliteringdeildini og sjúkrahúsið, bæði tvør- og monofakligt, eins og í samstarvið við visitatión
  • Meta um, útvega og umsita hjálpartól
  • Skjalfesta

Vit vænta at tú:

  • Hevur áhugað í at arbeiða samsvarandi okkara málum
  • Hevur evni at virka og arbeiða sjálvstøðugt eins væl og tvørfakligt
  • Dugur væl at samskifta, bæði við borgaran, avvarðandi, starvsfólk og leiðslu
  • Tolir broytingar og er opin fyri nýggjum avbjóðingum
  • Hevur telduførleikar á brúkarastøði
  • Hevur koyrikort

Vit bjóða tær:

  • Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum
  • Eitt spennandi starv við fakligum avbjóðingum
  • Ávirkan á menningina av ergoterapeutiska og rehabiliterandi tilboðnum

Meiri fæst at vita:

Nærri fæst at vita við at venda sær til Ingunn Hansen, deildarleiðara á tlf. 665750

Setanarviðurskifti:
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF og Ergoterapeutfelagið. Setanarstaður er Vesturvón.

Umsókn:
Umsókn saman við prógvum, autorisatión, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda umvegis Alfred ella til: vesturvon@vesturvon.fo

Viðmerk: “Umsókn ergoterapeutur”.

Umsóknarfreistin er 20. november 2024

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

Ergoterapi

Krøv til útbúgving og førleikar

Útbúgvin ergoterapeutur 

Lýsing er stovnað5. November 2024
Umsóknarfreist20. November 2024
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Kálvalíðvegur 2, 370 Miðvágur
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki