Vesturvón
Vesturvón
Vesturvón

Deildarleiðari eldrarøkt

Vit leita eftir einum deildarleiðara, sum ynskir at gera mun og standa á odda fyri tænastum til heimabúgvandi borgarar hjá Vesturvón

Vesturvón ynskir ein deildarleiðara, sum við dyggum fakligum innliti, fyrisitingarligum nærlagni og góðum leiðsluførleikum hevur hug og árræði at gerast partur av leiðsluni á eldraøkinum í Vágum.

Vit bjóða eitt spennandi farloyvisstarv við góðum menningarmøguleikum, har tú hvønn dag ger mun og skapar úrslit saman við sera eldhugaðum og dugnaligum starvsfólkum.

Sum deildarleiðari verður tú partur av einum leiðslunetverki saman við 4 øðrum ágrýtnum leiðarum, umframt at tú kemur at samstarva við fleiri ymiskar fakbólkar.

Vit bjóða tær eitt farloyvisstarv sum deildarleiðari á starvsbrøk 1,0 í tíðarskeiðnum frá 1. august 2025 – 31. august 2026 ella eftir nærri avtalu.

Um starvið

Starvið fevnir um :

Toymið sum starvast á útiøkinum, heimahjálparabólkin og heimasjúkrarøktarfrøðingarnar.

Tú kemur at hava fakliga, starvsfólkaliga og fyrisitingarliga ábyrgd.

Vit ynskja og vænta okkum

Ein deildarleiðara, sum tryggjar, at fakliga støðið hjá Vesturvón er dygt og livir upp til ásetingarnar í lógini, eitt nú við at menna og skipa tænasturnar vit veita.

Ein deildarleiðara, sum megnar at seta greið og ítøkilig krøv til fakliga støðið, eins og tvørfakliga støðið, har gerandisdagurin er merktur av at verða innihaldsríkur og mennandi fyri starvsfólkini.

Ein deildarleiðara við áræði at leiða, ganga undan og vera fyrimynd í menningini, sum setir dám á tænasturnar hjá Vesturvón. Eisini skal trivnaður og arbeiðsgleði raðfestast høgt.

Førleikakrøv

Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur.

Áhugi og royndir innan leiðslu og fyrisiting er eitt krav, eins og kunnleiki til viðkomandi lógir, faklig krøv og standardir á økinum. Neyðugt er at hava telduførleika á brúkarastøði og evni at seta seg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum.

Setanar- og lønarviðurskifti

Deildarleiðarnir vísa til stjóran hjá Vesturvón.

Starvið er full tíð og er starvsstaðurin á Heiminum á Sýnuni í Miðvági.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn

Umsókn við prógvum, c.v. og viðkomandi skjølum skulu sendast til:

vesturvon@vesturvon.fo

Umsóknin skal vera Vesturvón í hendi í seinasta lagi 24. juli 2025 kl. 12.00.

Fleiri upplýsingar

Vil tú vita meir um starvið, ella hevur tú spurningar, so frætta vit fegin frá tær. Tú ert vælkomin at ringja til stjóran Jóngerð M. Nielsen á tlf. 965710

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

Leiðsla

Tú kemur at hava fakliga, starvsfólkaliga og fyrisitingarliga ábyrgd

Krøv til útbúgving og førleikar

Sjúkrarøktarfrøðingur við royndum innan leiðslu

Lýsing er stovnað9. July 2025
Umsóknarfreist24. July 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
370, 2 Kálvalíðvegur, Miðvágur 370, Føroyar
Starvsslag
Førleikar
PathCreated with Sketch.Arbeiði sjálvstøðugtPathCreated with Sketch.Arbeiði undir trýstiPathCreated with Sketch.ErligheitPathCreated with Sketch.Jaligt lyndiPathCreated with Sketch.NærlagniPathCreated with Sketch.FyriskipanPathCreated with Sketch.Toymisarbeiði
Starvsgreinar
Starvsmerki