Vesturvón
Vesturvón
Vesturvón

Arbeiða við menniskjum í summarfrítíðini?

Summarið nærkast, og vit hava tørv á avloysarum, soleiðis at okkara dugnaligu starvsfólk kunnu halda frí og løða battaríini.

Vesturvón veitir nógvar ymiskar tænastur, og leita vit eftir avloysarum til húsfólk inni á Heiminum á Sýnini. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í vikuskiftum.

Okkara fremsta mál er at veita eina dygdargóða samskipaða heildartænastu.

Tænastan verður veitt í samráð við hin einstaka borgaran í mun til tørv, førleikar og sjálvsavgerðarrætt.

Vit hava ein sera fyrikomandi og fittan starvsfólkahóp, sum tú kann gerast ein partur av.

Allir avloysarar fáa góða upplæring frá dugnaligum starvsfeløgum, eins og eina spennandi, mennandi og gevandi tíð.

Lønar og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálum millum KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Freist
Send eina umsókn beinanvegin, soleiðis at vit fáa práta nærri um førleikar, ynskir og møguleikar.

Vit viðgerða innkomnar umsóknir við jøvnum millumbili.

Far inn á heimasíðu okkara vesturvon@vesturvon.fo og søk beinleiðis har, ella send eina umsókn til okkara á vesturvon@vesturvon.fo og viðmerk: Summarferiuavloysari

Er tú áhugað/ur og ynskir at vita meir, er tú vælkomin at ringja til okkara á tlf. 665700, mánadag til hósdag millum kl. 09.00 og 15.00

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

Heilsurøkt og umsorgan

Lýsing er stovnað18. June 2025
UmsóknarfreistEingin freist
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
370, 2 Kálvalíðvegur, Miðvágur 370, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki