Útlendingastovan
Útlendingastovan
Útlendingastovan

Deildarleiðari

Søkt verður eftir deildarleiðara til Útlendingastovuna.

Vit bjóða

Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi. Vit leggja dent á gott samstarv við starvsfelagar og bjóða góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning og viðkomandi eftirútbúgving. Tú kemur at hava fyrisitingarligu ábyrgdina av Útlendingastovuni, undir hesum ábyrgd av at skipa dagliga arbeiðið, har 18 fólk í løtuni starvast.

Starvsøkið

Útlendingastovan er skipað undir Vinnustovninum, sum er stovnur undir Vinnumálaráðnum.

Útlendingastovan varðar av útlendinga- og integratiónsøkinum í Føroyum og tekur avgerð í umsóknum frá útlendingum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi og familjusameining, umframt at hon vegleiðir um viðurskifti hjá útlendingum í Føroyum. Harumframt røkir Útlendingastovan uppgávur í sambandi við lógina um flóttar úr Ukraina.

Avgerðarmyndugleikin á útlendingaøkinum er nýliga fluttur til Útlendingastovuna og tí er ein týðandi partur av starvinum í samráði við KT-deildina á stovninum at menna, talgilda og effektivisera arbeiðsgongdir, so tær samsvara við føroysk viðurskifti.

Á integratiónsøkinum umsitur Útlendingastovan integratiónslógina og skipar fyri integratiónssamrøðum, integratiónsskeiðum og øðrum skeiðum til útlendskar familjur. Partur av treytunum fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum er, at umsøkjari hevur verið til integratiónssamrøður og ávís integratiónsskeið.

Útlendingastovan veitir harumframt ráðgeving og stuðul til kommunalar integratiónssamskiparar kring landið og samstarvar við kommunur, stovnar og aðrar myndugleikar um integratiónsfremjandi tiltøk.

Vit vænta

Vit vænta, at tú hevur áræði og góð samstarvsevnir, sær nýggjar arbeiðsuppgávur sum eina spennandi avbjóðing, dugir væl at samstarva og samskifta við onnur og kann arbeiða sjálvstøðugt.

Tú dugir væl at orða teg bæði í skrift og talu, tað verið seg á føroyskum, donskum og enskum og hevur hegni at skipa og menna arbeiðsgongdir og arbeiðsumhvørvið á deildini.

Tú skalt hava løgfrøðiliga, samfelagsvísindaliga ella aðra viðkomandi kandidatútbúgving. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá almenna arbeiðsmarknaðinum og innlit í málsviðgerð og ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú hevur kunnleika til fakøkið, sum Útlendingastovan varðar av.

Somuleiðis er tað ein fyrimunur, um tú hevur leiðsluroyndir og kunnleika til fíggjarstýring, umframt innlit í menning og talgilding av fyrisitingarligum mannagongdum, hóast hetta ikki er ein treyt.

Setanarviðurskifti
Starvið verður at seta 1. oktober 2026 ella eftir avtalu og verður flokkað sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Starvið er í løtuni flokkað sum deildarleiðari ll sambærtsáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelagið. Setanin fevnir um Vinnumálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.

Upplýsingar og umsókn

Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jógvan Thomsen, stjóra, á tlf. 55 60 21, teldupost: jt@vs.fo

Umsókn við prógvi, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 10. august 2026 kl. 12:00 og skal sendast til:

Vinnustovnurin
Att.: Jógvan Thomsen, stjóri
Skálatrøð 20
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
ella sum teldupostur til: jt@vs.fo

Lýsing er stovnað17. juli 2026
Umsóknarfreist10. august 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
DansktDanskt
Kravt
Miðal førleiki
EnsktEnskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Fabrikkin hjá Öström, 20 Skálatrøð, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki