

Dagligur leiðari til Amarant
Amarant leitar eftir einum dagligum leiðara at leiða framleiðsluna, at skapa trivnað millum starvsfólkini og tryggja, at kundarnir hvønn dag fáa góðar upplivingar.
Amarant er ein væl kend fyritøka í Norðoyggjum við bakarí og kafé. Hvønn dag framleiða og selja vit nýbakaðar vørur, køkur, mat og drekka til hundraðtals kundar. Vit leggja stóran dent á góðsku, tænastu og eitt gott arbeiðsumhvørvi.
Sum dagligur leiðari fært tú ábyrgdina av rakstri, starvsfólkum og menningini av Amarant. Dagligi leiðarin vísir beinleiðis til stjóran.
- Leiða og samskipa dagliga raksturin
- Tryggja, at arbeiðsgongdir og mannagongdir virka væl
- Hava ábyrgd av starvsfólkum, arbeiðsætlanum og dagligari leiðslu
- Tryggja, at reinføri, matvørutrygd og innanhýsis mannagongdir verða fylgdar
- Vera við til at menna nýggj hugskot, tilboð og arbeiðsgongdir
Vit ímynda okkum, at tú:
- Hevur leiðsluroyndir og dámar væl at arbeiða við fólki
- Ert ábyrgdarfull/ur og dugir at taka avgerðir
- Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
- Ert væl skipað/ur og megnar at halda yvirlitið í einum virknum arbeiðsdegi
- Hevur áhuga fyri mati, bakstri og góðari kundatænastu
Vit bjóða tær eitt týdningarmikið leiðslustarv í einari fyritøku við sterkum staðbundnum samleika og trúføstum kundum. Tú fært stórt sjálvræði í starvinum og møguleika at mynda leiklutin sjálv/ur. Vit leita eftir einum leiðara, sum ikki bara vil umsita raksturin, men sum eisini hevur hug og dirvi at seta sítt egna fingramerki á arbeiðsgongdir, starvsfólkamenning og framtíðar menningina av Amarant.
Starvstreytir og løn verður avtalað millum partarnar.
Føroyskt