JYSK
JYSK
JYSK

Byrja tína yrkisleið í JYSK

Beint nú søkja vit eftir sølulærlingi til okkara stóra og fjølbroytta handil við einastandandi og læruríkum skúlauppihaldi á JYSK Academy í Danmark.

Vit bjóða tær:

  • Eitt áhugavert lærupláss við nógvum spennandi avbjóðingum
  • Møguleika fyri altjóða útbúgving
  • Spennandi smásøluútbúgving

Vit vænta av tær:

  • Arbeiðsom/samur og røkin.
  • Hevur stóran áhuga í at selja og er tænastu sinna/ður
  • Dugur væl at arbeiða í einum toymi.
  • Fyrikomandi, álítandi og Jalig/ur

Lærutíðin er 2 ár við HH & 3 ár við FHS.

Um skúlan:

JYSK er ein av teimum heilt fáu fyritøkunum í Danmark, ið hevur teirra egna skúla. JYSK academy er gistingarhúsið hjá Lars Larsen í Himmerland, liggur mitt í ómetaliga vakrari nattúru, ið ger uppihaldið og skúlagongdina til nakað heilt serligt. Skúlauppihaldið er fylt við nógvum spennandi leverandørvitjanum og tú fært bæði teoretiska vitan um handilsbúskap, samstundis sum arbeitt verður við verkligum uppgávum.

Skúlagongdin fyllir nógv og tú lærir nógv, men tað verður lønt aftur í frítíðini, tí tá hevur tú at royna teir mongu hentleikar á skúlanum, eitt nú vatnland, golf, wellness & fitness.

Setan skjótast gjørligt.

Krøv til útbúgving og førleikar

FHS, Hægri Handilskúla (HH) ella aðra viðkomandi útbúgving.

Lýsing er stovnað28. januar 2025
UmsóknarfreistEingin freist
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
7 Staravegur, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki