

Bitin søkir eftir køkshjálpara til summarið
Hevur tú hug at royna teg á einum fjálgum og livandi matstaði mitt í Tórshavn? So er hetta møguleikin fyri teg!
Vit á Bitin leita eftir einum ágrýtnum og áhugaðum køkshjálpara at arbeiða saman við okkum í summar. Starvið er upplagt til tín, sum hevur áhuga fyri mati, dámar at arbeiða saman við øðrum og ert klár/ur at taka ábyrgd og læra nakað nýtt.
Um starvið
Sum køkshjálpari í Bitanum kemur tú at hjálpa til í køkinum og tryggja, at alt gongur smidliga. Tú fært innlit í arbeiðsgongdirnar á einum nútímans matstaðiog verður partur av einum toymi, sum brennur fyri góðum mati og góðari tænastu.
Arbeiðsuppgávurnar kunnu millum annað fevna um:
- Fyrireika smyrjibreyð við t.d. rækjum, avokado, roastbeef og fiskaflaki
- Gera klárt og seta saman heitar rættir sum birria tacos og tvíflís við oksalundum
- Pakka og fyrireika mat til útvið bíleggingar
- Skera grønmeti og annað til matgerð
- Tryggja reinføri og røkt í arbeiðsøkinum
Royndir eru ikki eitt krav, men vit vænta at tú hevur:
- Áhuga fyri at læra og menna teg
- Eina positiva og ágrýtna atferð
- Skil fyri reinføri
- Evni at arbeiða í einum ferðmiklum umhvørvi
- Gott yvirlit og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
Arbeiðstíðir
Talan er um eitt summarstarv við uml. 30 tímum um vikuna. Arbeitt verður 5 dagar um vikuna - vanliga mánadag til fríggjadag, og annanhvønn leygardag eftir tørvi. Arbeiðstíðirnar kunnu tó variera, alt eftir tørvi og vaktarskrá.
Hví Bitin?
Bitin er eitt nútímans og fjálgt matstað í hjartanum av Havnini. Vit leggja dent á góðsku, skjóta tænastu og eitt gott arbeiðsumhvørvi.
Vit eru eitt samansjóðað toymi við bæði royndum og óroyndum starvsfólki, og tú fært møguleikan at arbeiða saman við fólki, sum vilja tað sama sum tú – at skapa eina góða gestauppliving og hava tað stuttligt saman meðan vit gera tað.
Soleiðis søkir tú
Hevur tú áhuga? So søk beinanvegin við at trýsta á leinkjuna.
Hevur tú spurningar um starvi, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á bitin@bitin.fo.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær!
Umsóknarfreist: 1. juni 2025.