
Borg
Á deildum okkara í Tórshavn, Klaksvík og á Glyvrum hava vit stórt úrval av amboðum til byggivinnuna og privat fólk.
Vit kunnu bjóða dygdaramboð til timburmannin, sum brúkar amboðini hvønn dag, og góðar og bíligari loysnir til tann, sum loysir uppgávur við hús.
Vit veita byggitilfar til allar byggiuppgavur. Er tørvur á heildarloysnum og ráðgeving, ber til at seta seg í samband við okkum. Vit geva fegin eitt óbindandi tilboð.
Í Borg í Tórshavn, Klaksvík og á Glyvrum finnur tú eisini m.a. køkar, hvítvørur og baðirúmsmøblar.

Bilførari / goymslufólk til Borg á Glyvrum
Bilførari / goymslufólk til Borg á Glyvrum
Hevur tú hug at gerast partur av einum góðum arbeiðsplássi við góðum umstøðum og dugnaligum starvsfelagum?
Vit søkja eftir einum álítandi og ágrýtnum bilførara / goymslufólki til Borg á Glyvrum.
Tú fært ein fjølbroyttan arbeiðsdag í okkara nýggja bygningi á Glyvrum, har vit hava góðar og nútímans umstøður bæði á goymsluni og uttanum.
Arbeiðið umfatar at:
- avgreiða bíleggingar
- koyra vøru út til kundar
- av- og áskipa vøru
Arbeiðið kann vera kropsliga krevjandi.
Vit vænta, at tú:
- ert álítandi, ágrýtin og kundavinarlig/ur
- arbeiðir væl bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
- ert sinnað/ur at taka eitt eyka tak, tá tørvur er á tí
Vit bjóða:
- góðar og nútímans arbeiðsumstøður
- ein fjølbroyttan arbeiðsdag
- gott arbeiðsumhvørvi og góðar starvsfelagar
- eitt arbeiðspláss í menning
Starvið verður sett skjótast gjørligt!
Spurningar?
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kára Hansen á kari@borg.fo ella tlf. 23 72 86.
Søk starvið á Alfred.fo, ella send tína umsókn til hr@borg.fo.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær!
Lýsing er stovnað11. august 2026
UmsóknarfreistEingin freist
Málslig krøv
FøroysktKravt
Stað
Fjøruvegur 25
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki
Fleiri størv (1)