Articon
Articon
Articon

Arbeiðsleiðari til tunnilsarbeiði

Ert tú klárur at taka við nýggjum avbjóðingum? Verð arbeiðsleiðari hjá ArtiCon og tryggja tunnilsarbeiði saman við okkum!

ArtiCon hevur seinastu árini verið í stórari menning innan bæði byggi- og verklagsarbeiði. Millum annað hava vit staðið fyri fleiri tunnilsverkætlanum, og vit ynskja at styrkja okkara dugnaligu toymi enn meira. Tí leita vit eftir einum arbeiðsleiðara til tunnilsarbeiði við serligum fokus á vatntrygging.

Ert tú tann, ið kann taka ábyrgdina og føra verkætlanirnar trygt á mál? Vit sóknast eftir einum royndum arbeiðsleiðara, ið brennir fyri at tryggja dygd og trygd í tunnilsarbeiði.

Tín ábyrgd:

Tú fær ábyrgdina av uppgávum sum sproytubetong, boring, bolting, membranarbeiði og arbeiði við maskinum. Um tú trívist við at leiða og samstarva við dugnalig starvsfólk, ert tú kanska tann, vit leita eftir. Tú setur dygd og trygd fremst og skapar á ein natúrligan hátt trivnað millum tíni starvsfólk. Tú tryggjar, at toymið fylgir løgdum ætlanum, og tú skal eisini tryggja, at starvsfólkið hevur neyðugar førleikar, so vit saman náa málsetningunum.

Vit vænta, at tú:

  • hevur royndir innan sproytubetong, boring, bolting, membranarbeiði og arbeiði við maskinum.
  • hevur eina útbúgving sum maskinsmiður ella líknandi.
  • hevur góð leiðslueginleikar og dugir væl við fólki.
  • gongur ágrýtin eftir at náa settum málum.
  • ert álitisvekjandi og atkomiligur.
  • hevur góð samstarvsevni.

Vit bjóða tær:

  • góð og skipað arbeiðsviðurskifti.
  • nútímans útgerð.
  • góðar møguleikar fyri bæði persónligari og fakligari menning.
  • eitt arbeiðsumhvørvi, sum leggur dent á likamliga og sálarliga trygd og trivnað.
  • kappingarføra løn eftir royndum og førleikum.

Lønin og setanartreytir

Starvið verður sett, skjótast til ber. Lønin og setanartreytir verða samsvarandi royndum og førleikum.

Lýsing er stovnað31. October 2024
Umsóknarfreist11. November 2024
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
20 Á Hjalla, Hoyvík 188, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki