Fuglafjarðar kommuna
Fuglafjarðar kommuna
Fuglafjarðar kommuna

Ábyrgdari til kirkjugarðarnar í Fuglafjarðar kommunu

Vilt tú hava ábyrgdina av kirkjugørðunum í Fuglafjarðar kommunu?

Ert tú nærløgd/lagdur, skipað/ur og røkin? So hava vit møguliga starvið júst til tín. Fuglafjarðar kommuna søkir beint nú eftir gravara til kirkjugarðarnar í kommununi, sum eru á Hellunum og í Fuglafirði.

Talan er um eitt fastlønt starv, har tú gerst partur av toyminum á gartnaradeildina hjá Fuglafjarðar kommunu.

Høvuðsuppgávan hjá tær verður at hava dagliga arbeiði og viðlíkahaldi í kirkjugørðunum um hendi. Eisini er talan um annað arbeiði í samstarv við gartnaradeildina, teir dagarnar, har ikki verður arbeitt í kirkjugørðunum.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

Sum ábyrgdarhavandi í kirkjugørðunum, hevur tú ábyrgdina av øllum arbeiði, sum fer fram í kirkjugørðunum; kommununar part av jarðarferð, viðlíkahaldi, rudding og røkt. Harumframt er eitt samstarv millum gartnaradeildina og vegadeildina.

Starvið sum ábyrgdarhavandi í kirkjugørðunum, viðførir samband við fólk, har borgarin mangan er kensluborin. Tískil er alneyðugt, at starvsfólki í kirkjugarðunum møta borgarunum á tignarligan og sømiligan hátt. Hugburður, innliving, atburður og fólkaligt samskifti hevur nógv at siga.

Krøv til útbúgving og førleikar

Tú hevur góðan ans fyri tí serliga starvi, talan er um.

Tú megnar at arbeiða fysiskt arbeiði, herundir at grava grøvir.

Einki serstakt krav er til útbúgving, men halt teg endiliga ikki aftur um tú ert útlærd/ur handverkari, gartnari ella líknandi og kennir til uppgávur sum røkt og viðlíkahald av grønum økjum.

Tú dugir væl at samstarva og samskifta við fólk, ert vælskipað/ur og megnar sjálvstøðugt at samskipa virksemið í kirkjugørðunum.

Teldukunnleiki á brúkarastøði er ein treyt, og tú mást vera væl fyri í føroyskum í bæði talu og skrift.

Lýsing er stovnað7. February 2024
Umsóknarfreist26. February 2024
Stað
Fuglafjørður, Føroyar
Starvsslag
Førleikar
PathCreated with Sketch.Arbeiði sjálvstøðugtPathCreated with Sketch.Arbeiði undir trýstiPathCreated with Sketch.ErligheitPathCreated with Sketch.FramsøkinPathCreated with Sketch.Jaligt lyndiPathCreated with Sketch.Koyrikort (B)PathCreated with Sketch.Kropsligur førleikiPathCreated with Sketch.NærlagniPathCreated with Sketch.FyriskipanPathCreated with Sketch.StundisligurPathCreated with Sketch.TolsemiPathCreated with Sketch.Toymisarbeiði
Starvsgreinar
Starvsmerki