Tjóðpallur Føroya
Tjóðpallur Føroya
Tjóðpallur Føroya

Vilt tú vera við til at skapa ta góðu søguna um Tjóðpall Føroya?

Vilt tú vera við til at skapa ta góðu søguna um Tjóðpall Føroya?

Tjóðpallur Føroya leitar eftir einum ráðgeva til samskifti, marknaðarføring og málbólkamennning

Um starvið

Tjóðpallur Føroya leitar eftir einum dugnaligum og eldhugaðum samskiftisráðgeva og málbólkamennara, sum kann styrkja sjónligheitina hjá Tjóðpalli Føroya, menna okkara áskoðaragrundarlag og vera ein virkin rødd til frama fyri føroyska leiklist.

Høvuðsendamálið við starvinum er at menna og fremja samskiftis-, PR- og málbólkastrategiina fyri Tjóðpall Føroya við tí endamáli at:

  • Økja vitanina í samfelagnum um Tjóðpall Føroya

  • Skapa størri breidd og fjølbroytni í áskoðarafjøldini hjá Tjóðpalli Føroya

  • Økja áhugan fyri føroyskum framførandi listargreinum

  • Styrkja sambandið við miðlar, samstarvsfelagar og almenningin

  • Styrkja Tjóðpall Føroya sum ein virðismiklan mentanarstovn fyri allar føroyingar

Tjóðpallur Føroya er ein lítil stovnur í skjótari menning, og tí mást tú sum starvsfólk vera til reiðar at taka eina hond í við nógvum ymiskum uppgávum, har og tá tørvur er á tí.

Uppgávur

Samskifti og PR

  • Skriva og samskipa tíðindaskriv, greinar, frágreiðingar og annað samskiftistilfar.

  • Menna og framleiða marknaðarføringartilfar í sambandi við leiksýningar og annað virksemi hjá Tjóðpallinum.

  • Menna og viðlíkahalda góð sambond við føroyskar og útlendskar miðlar.

  • Samskipa samrøður, tíðindafundir, frumsýningar og onnur miðlatiltøk.

  • Arbeiða við branding og uppbygging av umdømi

Menning av málbólkum

  • Menna marknaðarátøk, sum røkka nýggjum málbólkum.

  • Menna samstørv við skúlar, ungdómsumhvørvi, kommunur og mentanarstovnar.

Talgilt samskifti

  • At umsita og menna heimasíðu, sosialar miðlar og tíðindabrøv.

  • Leggja til rættis og gjøgnumføra talgild marknaðarførsluátøk

Aðrar uppgávur

  • Samskiftis- og málbólkaráðgevi okkara má eisini rokna við at fáa ábyrgd av smærri verkætlanum og samskipandi uppgávum.

Persónligir førleikar

  • Førleiki at arbeiða skipað, sjálvstøðugt og miðvíst

  • Góðar samstarvsførleikar

  • Góðar sosialar førleikar og evni at byggja sambond upp

  • Áhugi fyri mentan, samfelag og framførandi list

  • Er sjálvstøðug/ur, hevur initiativ, er ábyrgdarfull/ur og hevur stóran arbeiðskapasitet

Fakligir førleikar.

  • Viðkomandi hægri útbúgving innan samskifti, journalistikk, marknaðarføring, mentanarligt samskifti ella líknandi

  • Arbeiðsroyndir innan samskifti, PR ella marknaðarføring

  • Sterkar skrivligar og munnligar samskiftisførleikar á føroyskum

  • Góðar førleikar í donskum og enskum, bæði í skrift og talu

  • Royndir við sosialum miðlum og talgildum samskifti

Tað er ein fyrimunur, um tú

  • Hevur yrkisroyndir innan mentanarøkið

  • Kennir til CRM-skipanir og dátugreining

  • hevur royndir við foto, video ella grafiskum miðlum

  • er kunnug/ur við norðurlendskt mentanarsamstarv

  • hevur royndir við miðlasambondum og journalistiskum arbeiði

Vit bjóða

  • Eina spennandi lykilstøðu á føroyska tjóðpallinum

  • Møguleika at seta tín dám á menningina av Tjóðpalli Føroya

  • Eitt skapandi og tvørfakligt arbeiðsumhvørvi

  • samstarv við listafólk, leiðarar og mentanarstovnar í Føroyum og uttanlands

  • Góðar møguleikar fyri fakligari menning

  • løn og starvstreytir sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi fakfelag

Um Tjóðpall Føroya

Sum tjóðarleikhús hevur Tjóðpallur Føroya ábyrgd av at menna, framleiða og breiða út føroyskar leikhúsframførslur á høgum listarligum støði. Vit arbeiða fyri at styrkja sjónleikin sum listagrein, skapa týðandi upplivingar fyri okkara áskoðarar og vera ein virkin partur av føroyska og norðurlendska mentanarlívinum.

Samband:

Um tú vil vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mikkjal Helmsdal umvegis teldupost [email protected] ella fartelefon 518404.

Starvssetan byrjar: 1. januar 2027 ella skjótast gjørligt eftir hetta.

Advertisement published5. November 2026
Application deadline25. November 2026
Language skills
FaroeseFaroese
Required
Expert
EnglishEnglish
Required
Intermediate
DanishDanish
Required
Intermediate
Location
Margarinfabrikkin, 9 Tórsgøta, Tórshavn 100, Føroyar
Type of work
Professions
Job Tags