

Vilt tú vera við til at mynda Tjóðpall Føroya?
Tjóðpallur Føroya leitar eftir einum framleiðara
Um starvið:
Framleiðarin hevur ábyrgdina av at leiða, skipa og fremja framførslur og virksemi, sum fara fram á Tjóðpalli Føroya. Framleiðarin hevur ábyrgd av øllum frá at fylgja við fíggjarætlanum og leiða framleiðslufundir, til at svara fyrispurningum frá ymsu starvsbólkunum, sum eru við í framleiðsluni.
Tjóðpallur Føroya er ein lítil stovnur, har øll starvsfólk mugu taka eina hond í, har tørvur er á tí, og tí er fleksibilitetur í mun til arbeiðsuppgávurnar týdningarmikil. Roknast má eisini við, at aðrar fyriskipanaruppgávur enn framleiðsla kunnu koma fyri.
Kvøld- og vikuskiftisarbeiði má væntast. Og tað verður nakað av ferðing. Framleiðarin vísir til leikhússtjóran.
Uppgávur:
-
Verkætlanarstýring og verkætlanararbeiði á leikuppsetingum og øðrum verkætlanum.
-
Fíggjarlig uppfylging av framførslum og øðrum virksemi/verkætlanum á Tjóðpallinum.
-
Uppfylging og skipan av framførslunum hjá leikhúsinum
-
Fylgja upp og vera sambindingarlið millum framleiðsluna og sjónleikarar og onnur fríyrkisfólk undir verkætlanartíðarskeiðunum
-
Skipan, venjing og uppfylging av Front of House, tøkniligum avviklarum o.ø.
-
Fyrireiking og framførsla av leikferðum
-
Umsóknarskriving og frágreiðingar eftir lidnar verkætlanir
-
Arbeiði sum pallstjóri/sýningarleiðari
-
Annað umsitingarligt og fyrifallandi arbeiði
Persónligir eginleikar og førleikar
-
Tú ert skipað/ur, loysnarorienterað/ur og hevur góðan førleika at føra uppgávur á mál.
-
Tú hevur góðar samstarvsførleikar, og tær dámar at arbeiða tvørtur um faklig umhvørvi
-
Ert trygg/ur í leiklutinum sum samskipari og leiðari av arbeiðsgongdum og hevur førleikan at vera greið/ur, tá tørvur er á tí.
-
Tú megnar at taka tær av fleiri uppgávum samstundis og at varðveita yvirlitið í tíðarskeiðum, tá nógv hendir í senn.
-
Tú ert sjálvstøðug/ur, ágrýtin og ábyrgdarfull/ur og hevur stóran arbeiðskapasitet
Fakligir førleikar
-
Viðkomandi hægri útbúgving innan framleiðslu av framførandi listargreinum, mentanarfyrisiting ella samsvarandi
-
Viðkomandi royndir kunnu standa í staðin fyri formliga útbúgving
-
Royndir við leikhúsframførslum ella samskipan av øðrum mentanarligum framførslum ella stórum tiltøkum
-
Vitan um fíggjarviðurskifti og royndir við uppfylging av fíggjarætlanum
-
Góða skipanarliga fatan og góðar leiðsluførleikar.
-
Megnar at samskifta væl munnliga og skrivliga á føroyskum/skandinaviskum og enskum
Vit bjóða:
-
Eitt arbeiðsumhvørvi við dugnaligum og ágrýtnum starvsfeløgum
-
Eitt arbeiðspláss í stórari menning
-
Avbjóðandi og fjølbroytt arbeiði í einum skapandi umhvørvi
Um arbeiðsplássið:
Tjóðpallur Føroya er tjóðarleikhúsið í Føroyum. Vit framleiða umleið fýra leikuppsetingar um árið og eru sum einasta framleiðandi leikhúsið innan yrkisleiklist í Føroyum ein virkin partur í føroyska mentanarlívinum.
Starvsupplýsingar
Starvið sum framleiðari verður lønt sambært avtalu millum fíggjarmálaráðið og viðkomandi fakfelag.
Um tú ynskir meira kunning um starvið, kanst tú seta teg í samband við Harald Thompson Rosenstrøm við telduposti [email protected] ella við fartelefon +298 515033.
Starvið verður sett frá 1. januar 2027 ella skjótast, til ber, eftir hetta.
Faroese
English
Danish
