

Útkoyrandi mekanikari
Brennir tú fyri at arbeiða við bilum, stórbilum, entreprenørmaskinum, stáli og tekniskum skipanum annars? Okkara mekanikaratoymið á verkstaðnum hava pláss fyri einum mekanikara, faklærdum ella einum starvsfólki við drúgvum royndum á økinum.
Mekaniska deildin fast serliga við at servicera og feilfinna. Tú kemur at arbeiða sjálvstøgut og tað liggur væl fyri hjá tær at feilfinna mekaniskar, hydrauliskar og elektriskar trupuleikar á maskinum v.m.
Tú kemur at koyra út á okkara byggipláss og arbeiða runt um í landinum. Tú fær ein væl útbúnan bil, sum virkar sum tín amboðskassi, har tú kemur at gera mekaniskt arbeiði.
Vit bjóða
- Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.
- Nútímans útgerð.
- Eitt fjølbroytt og gott arbeiðspláss, har tú upplivir dygd, trygd og trivnað.
- Persónlig og fakliga førleikamenning.
- Menning av førleikum innan Volvo entreprenørmaskinur, ið eru partur av okkara umboðan.
- At verða ein partur av einum væl virkandi toymi, so tín daglig dagur gevur góða menning bæði persónliga, sosialt og fakliga.
- Spennandi og fjølbroyttar uppgávur.
Tín vangamynd
Vit vænta, at tú:
• er røkin og álítandi
• ert arbeiðssom/-samur
• ert sjálvstøðug/ur
• Brennir fyri omanfyri nevndu uppgávum
• Smittar góða lagi har tú kemur
Verkstaðið hjá Articon heldur til á Hjalla
Í toyminum á verkstaðnum eru áleið 30 fólk. Vit arbeiða m.a. við klárgerð, service, feilfinning og umvæling av bilum, stórbilum og entreprenørmaskinum. Vit hava eina stáldeild í framleiðir og uppsetur stálkonstruktiónir og gerð umvælingar - alt frá smáðum uppgávum til størri kai anlegg. Eisini taka vit okkum av at byggja og umvæla ymiskar tekniskar skipanir. Vit leggja stóran dent á góðan trivna.