Articon
Articon
Articon

Smiður/sveisari

Vit leita eftir sveisara ella smiði til spennandi verkætlanir innan byggivinnuna

Um starvið

Vit leita eftir einum dugnaligum og ábyrgdarfullum starvsfólki til at sveisa. Sum sveisari fert tú at arbeiða við ymiskum uppgávum innan jarn- og metalarbeiði, bæði á verkstaðnum og á byggiplássum. Tú skalt duga at arbeiða sjálvstøðugt og hava gott hegni innan títt fak.

Tú kemur at arbeiða við

  • TIG-, MIG/MAG- ella elektrodusveising, alt eftir verkætlan
  • Lesa og arbeiða eftir tekningum
  • Framleiðslu, samanseting og viðlíkahald av metal-konstruktiónum
  • Trygdar- og góðskutrygging
  • Samskifti við verkætlanarleiðara og samstarvsfelagar

Førleikakrøv

  • Útbúgving sum sveisari ella líknandi fakligar førleikar
  • Royndir innan sveising
  • Arbeiðir væl bæði sjálvstøðugt og í toymi
  • Trygdarvitan og góða handverksliga dygd

Vit bjóða

  • Eitt gott og fakliga sterkt arbeiðspláss
  • Tøkniliga avbjóðandi og fjølbroyttar uppgávur
  • Góðar arbeiðsumstøður og felagsskap
  • Møguleikar fyri fakligari menning

Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

Verkstaðið hjá Articon heldur til á Hjalla

Í verkstaðstoyminum eru um 30 fólk. Vit arbeiða m.a. við klárgerð, service, feilfinning og umvæling av bilum, stórbilum og entreprenørmaskinum. Vit hava eina stáldeild, ið framleiðir og uppsetir stálkonstruktiónir og ger umvælingar – alt frá smáuppgávum til størri kai-anlegg. Vit taka okkum eisini av at gera og umvæla ymsar tekniskar skipanir. Vit leggja stóran dent á góðan trivnað. Sí meira á fylgjandi leinkju https://www.articon.fo/fo/vit-bjoda/verkstadid

Verkstaðið er eitt góðkent Volvo verkstað.​

Advertisement published20. June 2025
Application deadline7. July 2025
Language skills
No specific language requirements
Location
20 Á Hjalla, Hoyvík 188, Føroyar
Type of work
Professions
Job Tags