Kringvarp Føroya
Kringvarp Føroya
Kringvarp Føroya

Stjóri til Kringvarp Føroya

Stjórin í Kringvarpi Føroya er ikki bara ein stovnsleiðari, men hevur eisini í ávísan mun ábyrgdina av almennu upplýsingini, sum stuðlar undir føroyska mentan, fólkaræði og vælferð.

Miðlanýtslan hjá øllum aldursbólkum broytist áhaldandi við tøkniligu menningini. Miðlaúrvalið er størri enn nakrantíð, og føroyskt tilfar minkar lutfalsliga samanborið við útlendskt tilfar.

Kringvarp Føroya má sostatt fylgja væl við og tillaga seg fyri at varðveita leiklutin sum fremsti mentanarberi í landinum. Talan er sostatt um eitt arbeiðspláss í skjótari menning, har leiðslan má seta sær mál og gera sær miðvísar arbeiðsætlanir fyri alla framleiðsluna.

Um hetta ljóðar sum ein áhugaverd avbjóðing, so er stjórastarvið í Kringvarpi Føroya ivaleyst nakað fyri teg.

Niðanfyri er ein stutt lýsing av starvi og umsøkjara, men víst verður til Starvs- og persónsprofilin fyri umsøkjarar, sum vilja hava nærri at vita, hvat stjórastarvið í Kringvarpi Føroya inniber.

Les Starvs- og persónsprofilin her.

Starvið
Stjórin hevur dagligu programmábyrgdina og røkir fyrisitingarligu og búskaparligu leiðsluna av Kringvarpi Føroya, sum er skipað eftir løgtingslóg nr. 61 um kringvarp frá 16. mai 2006 við seinni broytingum.

Stjórin setur eisini kósina fyri Kringvarp Føroya og situr við strategisku leiðsluni í samstarvi við stýrið og deildarleiðsluna.

Umsøkjarin
Sum stjóri ert tú álitisvekjandi, setur trúvirði í hásæti og ert tann, ið myndar stovnin alment. Tú hevur viðkomandi leiðsluroyndir, viðkomandi miðallanga ella langa útbúgving. Tað er fyrimunur, um tú hevur royndir úr miðlaheiminum ella í minsta lagi hevur hollan kunnleika til public service og almenna fyrisiting.

Tú eggjar til eldhuga, ert savnandi, megnar at fylgja settum málum og halda kósina. Tú hevur innlit í føroyska mentan, samfelagsviðurskifti, greiða fatan av public service-uppgávum Kringvarpsins og tryggjar eitt fakliga høgt støði á stovninum. Tú hevur grundleggjandi fatan av fyrisitingarliga og fíggjarliga rakstrinum av einum stovni.

Setanartilgongd
Starvið verður lýst leyst í føroyskum og norðurlendskum miðlum. Umsóknir við CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til umsokn@kvf.fo í seinasta lagi mánadagin 10. mars. Viðmerk “Stjóri til KVF” í teldupostin.

Tú kanst fáa meir at vita um starvið við at venda tær til Rógva Olavson, formann í kringvarpsstýrinum, á tlf. 292613.

Til samrøðurnar verður bert í avmarkaðan mun høvi at seta spurningar. Vit vísa tí eisini til upplýsingar um stovnin her.


Setanarviðurskifti
Starvið, ið er áramálssett í fimm ár, er lønt samsvarandi 38. lønarflokki í avtalu millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið, tó uttan at vera tænastumannastarv. Grundlønin er eftirlønargevandi. Afturat hesum verður latin ein ikki eftirlønargevandi viðbót fyri áramálssetan. Setanartreytirnar eru ásettar í stjórasáttmála, sum skal góðkennast av Fíggjarmálaráðnum.

Advertisement published10. February 2025
Application deadline10. March 2025
Language skills
FaroeseFaroese
Required
Very good
Location
100, 20 Norðari Ringvegur, Tórshavn 100, Føroyar
Type of work
Professions
Job Tags