Runavíkar Kommuna
Runavíkar Kommuna
Runavíkar Kommuna

Starvslýsing eftir leiðara fyri ítróttardepilin í Runavík

Hevur tú hegni og hug at stjórna eitt av Føroya mest framkomnu og virknu ítróttarøkjum? Runavíkar kommuna søkir eftir einum framfúsum og álítandi leiðara fyri ítróttardepilin í Runavík.

Talan er um eitt spennandi og fjølbroytt starv í einum nýskapandi og mennandi ítróttarumhvørvi. Tú fær møguleika at seta tíni fingramerki á menningina av ítróttardeplinum í Runavík og skapa eitt umhvørvi, ið virkar fyri bæði ítróttarfeløg og lokalsamfelagið.

Ítróttardepilin fevnir um svimjihøll, ítróttarhøll, fimleikahøll og fótbóltsleikvøll, ið øll eru staðsett við Løkin í Runavík. Dagliga eru hundraðtals børn, ung og vaksin virkin í ítrótti og gaman í økinum, eins og fleiri stór tiltøk eru her gjøgnum árið.

Leiðarin hevur ábyrgdina av at samskipa, reka og menna ítróttardepilin, í tøttum samstarvi við ítróttarfeløg, kommunu og brúkarar. Høvuðsuppgávan er at tryggja eitt vælvirkandi, trygt og livandi ítróttarumhvørvi til gagns fyri øll.

Svimjihøllin stendur í gerð og skal eftir ætlan lata upp í summar. Ein uppgáva hjá leiðaranum verður at fyrireika og yvirtaka raksturin av svimjihøllini, seta fólk í starv og, um neyðugt, útbúgva lívbjargarar til at manna svimjihøllina.

Um leiðaran:

Vit ímynda okkum at tú ert ein týðiligur leiðari við góðum førleikum at lurta og skapa loysnir. Tú hevur góð evni at leiða, eins og tú við dygd og ábyrgd megnar at samskipa virksemið millum nógvu ítróttarfeløgini og aðrar brúkarar í ítróttardepilinum.

Tú ert sjónlig/ur í ítróttardepilinum og millum tey vitjandi, og ert ikki bangin fyri at ganga á odda.

Tú ert skipað/ur í tínum arbeiði og smidlig/ur í mun til ábyrgd og uppgávur.

Vit ímynda okkum at tú hevur royndir í einum leiðslustarvi, helst innan ítrótt, almennan rakstur ella líknandi virksemi. Vit ímynda okkum eisini at tú hevur royndir við fíggjarstýring.

Royndir at samskipa tiltøk og arbeiða saman við ítróttarfeløgum, skúlum og kommunum er ein fyrimunur.

Aðrir førleikar:

Umsiting og menning:

Tú dugir at leggja fíggjarætlan, seta mál fyri virksemið og at fylgja teimum. Tú hevur somuleiðis evni at menna inntøkugrundarlagið hjá depilinum og tryggja ein sunnan rakstur.

Tú hevur ella kanst skjótt ogna tær eina grundvitan um trygdarreglur og normar fyri ítróttarøki og svimjihøll.

Tú hevur evni at menna og seta í verk nýggj tiltøk, ið skapa lív í depilinum.

Samskifti, samstarv og tænastusinni

Tað hevur týdning at tú hevur ein trivnaðar- og tænastusinnaðan hugburð og at tú ert fyrikomandi.

Tú dugir at samskifta greitt og virðiliga við brúkarar, samstarvspartar og starvsfólk, og tú hevur evni at hugsa um brúkaran fyrst og at tryggja eina góða uppliving í ítróttardepilinum.

Samskipan og ábyrgd

Tú hevur yvirskipaða ábyrgd av øllum starvsfólkum á økinum. Hesi verða millum annað húsavørður, teknikari, lívbjargarar og reingerðarfólk.

Tað verður tín ábyrgd at samskipa alt virksemi í ítróttardepilinum og at samskifta við ítróttarfeløgini um nýtsluna av hentleikunum í økinum.

Tá fyrispurningar koma uttanífrá, verður tað upp til tín at samskifta og samskipa hesi við allar partar.

Løn og setanartreytir:

Starvið er lønt sum deildarleiðari II eftir sáttmálanum millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Arbeiðstíðin er full tíð, við frælsi at skipa arbeiðstíðirnar eftir tørvinum. Roknast kann við at partar av arbeiðstíðini liggja uttanfyri vanliga arbeiðstíð ella um vikuskiftini.

Leiðarin fyri ítróttardepilin vísir beinleiðis til trivnaðarleiðaran í Runavíkar kommunu.

Talan er um eitt nýtt starv, og tú ert við til at skapa starvið. Tú má tí eisini tola broytingar í starvinum, tá raksturin av svimjihøllini og ítróttardepilinum annars er betri kendur.

Ynskir tú at vita meira um starvið, kanst tú venda tær til Rógva Nybo, trivnaðarleiðara, á tlf. 417045 ella telduposti rogvi@runavik.fo.

Umsóknir við prógvi, lívsrensli og viðkomandi skjølum verða send umvegis Alfred.fo, í seinasta lagi mánadagin 24. februar.

Advertisement published10. February 2025
Application deadline24. February 2025
Language skills
FaroeseFaroese
Required
Intermediate
Location
Mýravegur 12
Type of work
Professions
Job Tags