Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið

Starvsfólk til Sterilsentralin á Skurðgongini

Skurðgongin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir hjálparfólki til sterilsentralin at byrja 1. oktober 2026, ella eftir nærri avtalu. Talan er um fast starv á starvsbrøk 0.8. Arbeiðstíðin er yrkadagar frá kl. 08-16, tó ein dag um vikuna frá kl. 10-18.

Um starvið

Á Skurðgongini starvast 23 starvsfólk: 14 skurðsjúkrarøktarfrøðingar, 4 sterilatstøðingar í sterilsentralinum og 5 sjúkrarøktarfrøðingar í endoskopiini.

Sterilsentralurin hevur ein týðandi leiklut í at fyribyrgja infektiónum og tryggja trygga viðgerð av sjúklingum. Sum hjálparfólk í sterilsentralinum verður tú partur av einum toymi, ið hevur ábyrgd av at endurviðgera, reingera, desinfiera og sterilisera instrumentir til allar skurðviðgerðir á Landssjúkrahúsinum.

Arbeiðið á sterilsentralinum fevnir eisini um at tryggja sporføri av instrumentunum í fall, at infektión uppstendur hjá sjúklinginum. Hetta verður gjørt eftir serstøkum leiðreglum og standardum, og vit nýta KT-skipanina T-DOC til at skjalprógva alla tilgongdina og sporføra instrumentini.

Dentur verður lagdur, at tú:

  • Hevur góð tvørfaklig samstarvsevni
  • Hevur eitt opið og jaligt sinn
  • Hevur góðan røkjuskap og arbeiðir skipað
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • Virkar fyri góðum trivnaði á deildini
  • Hevur góðan telduførleika
  • Ert fysiskt væl fyri

Tað er ein fyrimunur, um tú:

  • Hevur heilsufakliga útbúgving
  • Hevur fakliga vitan og royndir innan smittuverju og endurviðgerð av instrumentum

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvið við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum
  • Grundiga upplæring og skeið innan serøkið og KT-skipanina, sum verður nýtt
  • Fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
  • Felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum, umframt einstaklinga innleiðslu á deildini

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráði.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta teg í samband við deildarleiðara, Ruth á Fløtum, teldupost: rutaf@ls.fo, ella depilsleiðar Guðrun Setberg Lindenskov, teldupost: gudli@ls.fo.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skula havast við til møguliga samrøðu.

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Advertisement published5. August 2026
Application deadline18. August 2026
Language skills
No specific language requirements
Location
41 J.C. Svabos gøta, Tórshavn 100, Føroyar
Type of work
Professions
Job Tags