Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið

Bioanalytikarar til Diagnostiska depilin á Landssjúkrahúsinum

Diagnostiski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir bioanalytikarum til Rannsóknarstovuna at byrja skjótast til ber, ella eftir nærri avtalu. Talan er um tvey fulltíðarstørv á 40 tímar um vikuna við vaktskyldu.

Um okkum

Á Landssjúkrahúsinum starvast umleið 1100 starvsfólk, harav umleið 35 eru staðsett á Rannsóknarstovuni – funktiónsleiðari, toymisleiðarar, bioanalytikarar, patologur og stápsfunktión.

Rannsóknarstovan umfatar fleiri rannsóknarstovuøki/umráði, har biokemi er størst við umleið 1,2 mió. analysum árliga.

Rannsóknarstovan tekur blóðroyndir og EKG á innløgdum og ambulantum sjúklingum, sum verða ávístir frá sjúkrahús- og kommunulæknum. Deildin samstarvar við rannsóknarstovur innan- og uttanlands.

Rannsóknarstovan umfatar

  • Biokemi
  • Immunulogi og blóðbanka
  • Mikrobiologi
  • Patologi
  • Nuklearmedisin
  • Neurofysiologi
  • Screeningseind

Um teg

Tú brennir fyri fakinum og ynskir at starvast á eini spennandi deild í tøttum samstarvi við fakliga dugnaligum starvsfeløgum, og kanst geva títt íkast til deildina bæði fakliga og sosialt.

Vit vænta, at tú:

  • Ert útbúgvin bioanalytikari við danskari autorisatión
  • Hevur góð samstarvsevni
  • Dugir at miðla vitan bæði á deplinum og til aðrar samstarvsfelagar

Vit bjóða

  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við ymiskum uppgávum
  • Fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
  • Positivt tvørfakligt samstarv
  • Felags innleiðslu

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Bioanalytikarafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at seta seg í samband við Biritu K. Samuelsen, funktiónsleiðara, birje@ls.fo, tel +298 304500, lokal 5601.

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Advertisement published4. August 2026
Application deadline17. August 2026
Language skills
DanishDanish
Optional
Intermediate
FaroeseFaroese
Required
Intermediate
Location
41 J.C. Svabos gøta, Tórshavn 100, Føroyar
Type of work
Professions
Job Tags