Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið

Læknaskrivarar til Medisinska depil á Landssjúkrahúsinum

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir tveimum læknaskrivarum at byrja 01.11.2026, ella eftir nærri avtalu. Talan er um fulltíðarstørv.

Visiónin hjá Landssjúkrahúsinum er at veita sjúklingum eina góða heilsutænastu á høgum fakligum støði. Framtíðarmyndin er, at sjúklingurin er í miðdeplinum, og at Landssjúkrahúsið skal menna og útbúgva starvsfólkini til hesa uppgávuna, so at samfelagið fær ágóðan av okkara virksemi.

Arbeiðsuppgávurnar sum læknaskrivari eru fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um vanligar læknaskrivarauppgávur, telefonavgreiðslu, luttøku á konferensum, samskipan av virkseminum í ambulatorium o.a.

Læknaskrivararnir á Medisinska deplinum arbeiða við serøkjunum kardiologi, lungasjúkur, neurologi, nefrologi, reumatologi, endokrinologi, diabetes, gastroenterologi, onkologi, hæmatologi, dermatologi og infektiónsmedisin.

Førleikakrøv:

  • Útbúgving sum læknaskrivari
  • Fleksibilitet og áhuga í tvørfakligum samstarvi
  • Góðan telduførleika
  • Góð samstarvsevni og tænastusinnað/ur
  • Trívist við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum

Vit kunnu bjóða tær:

  • Eitt áhugavert arbeiðsøki undir støðugari menning
  • Tvørfakligt samstarv við serlæknar, læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, fysioterapeutar, ergoterapeutar o.o.
  • Møguleika fyri fakligari- og persónligari menning

Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til leiðandi læknaskrivara, Heidi á Høvdanum Andreasen, á tlf. 304500, lokal 6077 ella senda teldupost til [email protected].

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.

Advertisement published8. September 2026
Application deadline22. September 2026
Language skills
FaroeseFaroese
Required
Intermediate
Location
41 J.C. Svabos gøta, Tórshavn 100, Føroyar
Type of work
Professions
Job Tags