Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið

Rannsóknarstovan søkir ein Bioanalytikara

Rannsóknarstovan søkir ein Bioanalytikara. Talan er um 0,8 brøk til setan 01.12.26.

Arbeiðstíðin er 32 tímar um vikuna.

Á Rannsóknarstovuni eru 4 sergreinar, klinisk biokemi, klinisk immunologi/blóðbanki, klinisk mikrobiologi og klinisk genetik. Hvørja viku eru bioanalytikarar á læknamiðstøðunum í Runavík og Gøtudali, har blóðroyndir verða tiknar. Eisini verða blóðroyndir tiknar á stovnum og í privatum heimum.

Førleikakrøv:

  • Prógv og góðkenning sum bioanalytikari
  • Góð samstarvsevnir og fleksibilitet
  • Fakligan áhuga
  • Góðan telduførleika
  • Evnir at arbeiða sjálvstøðugt og at skapa sær yvirlit

Vit bjóða eitt starv við:

  • Einum gerandisdegi við fjølbroyttum og sjálvstøðugum uppgávum
  • Góðum og skipaðum arbeiðs umhvørvi við góðum samanhaldi
  • Fakliga skikkaðum og virknum starvsfelagum
  • Tvørfakligum samstarvi

Setanartreytir: Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og Bioanalytikarafelagið.

Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Báru S. Klakstein, leiðandi bioanalytikara, telefon 22 79 24 ella teldupost: [email protected]

Umsókn, saman við avriti av prógvi, autorisation og CV, skal sendast til: [email protected]

Á okkara heimasíðu www.ks.fo kanst tú lesa meira um okkum.

Advertisement published17. September 2026
Application deadline1. October 2026
Language skills
No specific language requirements
Location
Klaksvík, Føroyar
Type of work
Professions
Job Tags