Heilsutrygd

Heilsutrygd

Arbeiðsplássið
Heilsutrygd
About the company
Heilsutrygd er stovnur, ið avgreiðir tær uppgávur, ið áður lógu hjá teimum 11 sjúkrakassunum kring landið. Harumframt hevur stovnurin yvirtikið partar av umsitingarligu uppgávunum hjá Almannastovuni í sambandi við broytingar í heilivágstilskotsskipanini og viðvíkjandi hjálparráðum. Uppgávan hjá Heilsutrygd er at umsita lógina um almenna heilsutrygd. Heilsutrygd umsitur og avroknar stuðul til meginpartin av primeru heilsutænastunum í Føroyum, herundir kommunulæknaviðtalur, læknahjálp til serlækna, stuðul til hjálparráð, ískoyti til viðgerð hjá tannlækna, fysioterapeuti, sálarfrøðingi, kiropraktor o.a. Somuleiðis umsitur Heilsutrygd í samstarvi við Apoteksverkið skipanina við heilivágstilskoti. Harumframt umsitur stovnurin Kommunulæknaskipanina, Gigni og Økisheilsuskipanina. Frá 2020 hevur Heilsutrygd eftirlit við stovnum, ið veita rúsviðgerð.
7 Klaksviksvegur, Klaksvík, Føroyar