Nýtslutreytir fyritøkur
Versión 1.1 (seinast dagførd 15. februar 2023)
Hesar treytir fyri nýtslu av Alfred skipanini (hereftir Nýtslutreytir) eru galdandi millum Faktor Sp/f, skrás. nr. 5948, Jónas Broncksgøta 48, 100 Tórshavn og fyritøkur (undir einum, partarnir), viðvíkjandi nýtsluni av Alfred.
Við at brúka tænasturnar sum Faktor Sp/f veitir váttar fyritøkan, at hon hevur lisið Nýtslutreytirnar, og at hon skilur og góðtekur Nýtslutreytirnar í síni heild. Tann persónur sum góðtekur nýtslutreytirnar vegna fyritøkuna váttar, at viðkomandi hevur heimild til at góðtaka nýtslutreytirnar vegna fyritøkuna, og at fyritøkan vil virða nýtslutreytirnar og fylgja teimum til fulnar. Tað er ikki loyvt at nýta Alfred uttan at góðtaka Nýtslutreytirnar.
1. Allýsingar
Uttan so at tað er staðiliga ásett annað í hesum Nýtslutreytum, skulu fylgjandi hugtøk skiljast soleiðis sum ásett er niðanfyri:
1.1. Alfred, er navnið á landatillagaðu føroysku útgávuni av Alfreð, ein skipan, sum bjóðar brúkarum eina loysn at sýna og vaka yvir starvslýsingum, stjórna teirra egna vanga og søkja leys størv sum verða lýst á Alfred Job appini og/ella Alfred heimasíðuni, www.alfred.fo, og sum bjóðar fyritøkum eina loysn har tær kunnu lýsa størv, móttaka starvsumsóknir frá umsøkjarum, viðgera umsóknir og samskifta við umsøkjarar. Faktor Sp/f hevur rætt til at nýta hesa skipan og bjóða atgongd til hana umvegis eina loyvisavtalu (franchise agreement) við Alfreð ehf., skrás. nr. 630217-0830, Laugavegur 176, 105 Reykjavík, Ísland (hereftir Alfreð ehf.).
1.2. Atgongd til sosialar miðlar, merkir ein og hvør atgongd hjá umsøkjara ella fyritøku til sosialar miðlar, sum umsøkjarin ella fyritøkan nýtir til tess at savna dáta til teirra persónliga vanga (so sum Facebook, Google ella annað).
1.3. Brúkari, merkir ein persónur sum brúkar Alfred, uttan mun til hvørt ein slíkur persónur hevur lagt inn persónligar upplýsingar á Alfred ella ikki.
1.4. Dátugrunnur, merkir eitt savn av einum og hvørjum tilfari, sum er skipað á ein systematiskan ella reglubundnan hátt og er atkomiligt elektroniskt ella á annan hátt, uttan mun til hvussu tað er útgivið, og serstakliga ein dátugrunnur við starvslýsingum og brúkaravangum, sum er skaptur av Alfreð ehf.
1.5. Fyritøka, merkir ein fyritøka, felagsskapur, almenn løgfrøðilig eind ella persónur, sum lýsir eitt starv á Alfred og móttekur umsóknir frá umsøkjarum. Hugtakið “fyritøka” nýtt í hesum Nýtslutreytunum fevnir eisini um arbeiðsplássvangar, sum lýst í grein 4, uttan so at annað er staðiliga tilskilað. Í hesum høpinum merkir hugtakið “arbeiðsplássvangi” ein “persónur” sum fæst við virksemi, uttan mun til um ein slíkur “persónur” fremur virksemið undir sínum egna p-tali, ella sum ein ávís løgfrøðilig eind.
1.6. Innritanarsamleiki, merkir teir samleikaupplýsingar sum brúkarin nýtir, tá hann ritar inn (login credentials), so sum brúkaranavn, loyniorð, telefonnummar, kota e.l., og sum eyðmerkja hann sum brúkara.
1.7. Umsøkjari, merkir ein persónur sum hevur gjørt ein persónligan vanga á Alfred.
1.8. Vangi, merkir ein persónligur vangi sum inniheldur lívsrenslið hjá einum persóni í Alfred ella ein arbeiðsplássvangi í Alfred, sum inniheldur allar upplýsingar um umsøkjaran ella fyritøkuna og er grundaður á upplýsingar, sum umsøkjarin ella fyritøkan hevur latið gjøgnum teirra atgongd til sosialar miðlar ella eru skrásettir av umsøkjaranum ella fyritøkuni.
2. Nýtsla av Alfred
2.1. Ein fyritøka nýtir Alfred til at skapa lýsingar fyri tøk størv, dagføra upplýsingar um fyritøkuna, stjórna atgongd til starvslýsingar, atgongd til umsóknir og viðgerð av umsóknum, og havandi eitt og hvørt slag av samskifti við brúkarar, ella annað samskifti við Alfred.
2.2. Ein fyritøka skal nýta Alfred til tað endamál, ið er ásett í stykki 2.1. Nýtslan av Alfred er harumframt avmarkað til vanligt og lógligt virksemi og er bert fyri fyritøkuna sjálva. Fyritøkan hevur einans loyvi til at fara inn á og brúka upplýsingar viðvíkjandi sær sjálvum ella um starvsumsóknir, sum eru sendar fyritøkuni. Fyritøkan hevur ikki loyvi at royna at fáa atgongd til og brúka upplýsingar, ið eru ætlaðir øðrum.
2.3. Fyritøkan hevur ábyrgdina fyri, at alt tilfar sum fyritøkan leggur út í Alfred er lógligt, rætt og álítandi. Fyritøkan hevur tí ábyrgd av øllum feilum, skeivum dagfestingum, og/ella øðrum viðurskiftum, sum hon leggur út tá hon ger starvslýsingar ella seinni.
3. Fyritøkuatgongd
Fyritøkur kunnu hava fylgjandi sløg av atgongd:
3.1. Fyrisitari, er tann persónur sum hevur atgongd til allar tænastur sum ein fyritøka hevur í Alfred, nevniliga:
3.1.1. at skapa og fyrisita starvslýsingar,
3.1.2. atgongd til handfaring og viðgerð av starvsumsóknum,
3.1.3. samskifti við umsøkjara,
3.1.4. at stovna og umsita arbeiðsplássvangar, jb. grein 4,
3.1.5. at stovna og umsita fyritøkuvangan hjá fyritøkuni
3.2. Brúkari kann, alt eftir hvat umsitarin heimilar honum, hava atgongd til fylgjandi:
3.2.1. at stovna og fyrisita starvslýsingar,
3.2.2. atgongd til handfaring og viðgerð av starvsumsóknum,
3.2.3. samskifti við umsøkjara,
3.2.4. at stovna og umsita arbeiðsplássvangar, jb. grein 4.
4. Fyritøkuvangar
4.1. Ein fyritøka kann skapa eitt óavmarkað tal av arbeiðsplássvangum, soleiðis sum hesir eru allýstir í hesum stykki. Arbeiðsplássvangar eru eindir sum reka virksemi í sambandi við fyritøkuna, so sum dótturfeløg, systurfeløg, deildir ella eindir innan fyritøkuna, og har fyritøkan hevur leiklutin sum eitt slag av “móðurfelag”. Ávísir upplýsingar mugu veitast fyri hvønn arbeiðsplássvanga, so sum eitt navn, og ein mynd í háupploysn av búmerkinum má leggjast upp á vangan, eins og aðrir upplýsingar kunnu latast. Ein fyritøka sum skrásetir ein arbeiðsplássvanga, hevur ábyrgdina av at upplýsingarnar á hvørjum einstøkum arbeiðsplássvanga eru lógligir og rættir, og hevur ábyrgdina av hvussu búmerki (logo) og samleiki (brand) hjá fyritøkuni verður nýtt.
5. Umsóknarmannagongd
5.1. Tá ein umsøkjari søkir eitt starv, sum fyritøkan lýsir á Alfred, kann fyritøkan móttaka ymsar upplýsingar um umsøkjaran, so sum navn umsøkjarans, mynd, teldupostbústað, telefonnummar, føðingardag, kyn, “um” tekst, arbeiðsførleikar, arbeiðsroyndir, málsligar førleikar, viðheft skjøl og aðrar upplýsingar sum umsøkjarin hevur ásett, eins væl og upplýsingar sum umsøkjarin hevur tengt at vanganum umvegis leinki. Fyritøkan kann eisini biðja um fleiri upplýsingar í umsóknartilgongdini.
5.2. Ein umsókn er atkomilig hjá fyritøkuni sum hevur móttikið hana í Alfred, í eitt ár frá tí tíðarhvarvi sum umsøkjarin sendi umsóknina til fyritøkuna, uttan so at umsøkjarin stongir sín persónliga vanga ella tekur umsóknina aftur. Um umsøkjarin stongir sín persónliga vanga ella tekur aftur umsóknina, verður atgongdin hjá fyritøkuni til persónliga vangan hjá umsøkjaranum samstundis stongd.
5.3. Fyritøkan og umsøkjarin kunnu samskifta við hvønn annan umvegis metingartalvuna í setanarskipanini. Fyritøkan og umsøkjarin hava ábyrgdina av øllum samskifti sum møguliga fer fram teirra millum, uttan mun til samskiftishátt og uttan mun til hvørt samskiftið fer fram umvegis Alfred ella ikki.
5.4. Faktor Sp/f hevur ikki ábyrgdina fyri umsóknartilgongdini, ella fyri í hvønn mun nýtslan av Alfred hepnast fyritøkuni. Umsóknartilgongdin er ábyrgdin hjá fyritøkuni eina, og allir fyrispurningar um umsóknartilgongdina verða beindir til fyritøkuna. Faktor Sp/f hevur ikki ábyrgd fyri útreiðslum ella øðrum kostnaði ella missi sum fyritøkan kann vera fyri, um umsøkjarin avgerð at taka umsóknina aftur ella takka nei til eina starvssamrøðu ella eitt starvstilboð.
5.5. Fyritøkan hevur ábyrgdina av innihaldinum í starvssáttmálum sum hon inngongur, og fyri at tryggja at setanir verða framdar samsvarandi galdandi lóggávu og ásetingar, t.d. hvørt setanin er í samsvari við viðkomandi arbeiðsmarknaðarlóggávu, lóggávu um javnstøðu millum kvinnur og menn, ella lóggávu um arbeiðsumhvørvi, herundir ásetingarnar í lóg um arbeiðsumhvørvi um børn og ung undir 18 ár v.m.
6. Gjald fyri tænasturnar
6.6. Fyritøkan skal rinda Faktor Sp/f fyri tænasturnar sum Alfred veitir, í samsvari við teir prísir sum Faktor Sp/f hevur ásett í prísyvirlitinum.
6.7. Allir prísir sum Faktor Sp/f bjóðar, ella sum eru ásettir á www.alfred.fo, eru roknaðir áðrenn mvg, uttan so at annað er staðiliga tilskilað í sambandi við prísin fyri viðkomandi tænastu.
6.8. Faktor Sp/f kann broyta prísir fyri tænastur til hvørja tíð, sum neyðugt, men má fráboða fyritøkuni um prísbroytingarnar frammanundan. Ein broyting í prísunum skal fráboðast á sama hátt sum ein broyting í hesum nýtslutreytunum.
6.9. Faktor Sp/f skuldskrivar fyritøkuna samsvarandi ásetta prísinum + mvg fyri tær tænastur sum verða veittar frá Faktor Sp/f, á hendan hátt:
6.9.1. við endan av einum lýsingartíðarskeiði,
6.9.2. við mánaðarlok, tann mánaðin sum mestaupphæddin fyri lýsingar er rokkin, uttan mun til lýsingartíðarskeið, ella
6.9.3. við mánaðarlok, tann mánaðin sum lýsingin varð løgd upp, um eyka lýsingar ella ískoytistænastur vóru keyptar í sambandi við eina lýsing ella aðra veiting.
6.10. Allir fakturar fella til gjaldingar 15 dagar frá tí at Faktor Sp/f hevur fakturera, uttan so at annað er staðiliga ásett í viðkomandi faktura.
7. Persónsupplýsingar
7.1. Faktor Sp/f er dátuábyrgdari viðvíkjandi viðgerðini av dáta um starvsfólk, sum fyritøkan hevur lagt í Alfred.
7.2. Faktor Sp/f er dátuábyrgdari viðvíkjandi teimum persónupplýsingum sum ein umsøkjari hevur lagt inn í Alfred. Um umsøkjarin velur at søkja starv hjá eini fyritøku, gerst fyritøkan ein óheftur dátuábyrgdari við ábyrgd fyri viðgerðini av persónupplýsingunum frá umsøkjaranum sum hann hevur latið í umsóknini ella sum umsøkjarin letur í umsóknartilgongdini. Faktor Sp/f hevur ikki ábyrgdina av hvussu fyritøkan handfer persónupplýsingar frá umsøkjaranum, ella fyri at uppfylla skyldurnar hjá fyritøkuni sum dátuábyrgdari mótvegis umsøkjaranum.
7.3. Rættindi og skyldur í sambandi við viðgerð av persónsdáta eru lýst í Privatlívspolitikkur fyri Alfred og Dátuviðgerðartreytir, ið eru at finna á www.alfred.fo.
7.4. Fyritøkan hevur ikki loyvi til at avrita upplýsingar um umsøkjaran frá Alfred inn í aðrar skipanir sum ikki eru liður í setanartilgongdini til starvið, ella brúka upplýsingarnar til onnur endamál enn setanartilgongdina til starvið, sum umsøkjarin søkti.
8. Rættindi og avmarkingar
8.1. Alfreð ehf. er høvundur til dátugrunnin og tilskilar sær øll rættindi sum høvundur til dátugrunnin í samsvari við løgtingslóg nr. 30 frá 30. apríl 2015 um upphavsrætt, herundir § 36 stk. 2 og §§ 49 og 71.
8.2. Fyritøkan hevur skyldu til einans at veita Faktor Sp/f rættar, sannar og nøktandi upplýsingar og til at skráseta seg einans undir egnum navni.
8.3. Fyritøkan átekur sær at samskifta við umsøkjarar og Faktor Sp/f samsvarandi við endamálinum við nýtsluni, herundir grein 2 í hesum Nýtslutreytum, og at nýta Alfred á ein hóskandi hátt og í samsvari við góðan sið og venju. Tað er ikki loyvt at spjaða haturstalu ella ólógligt ella óhóskandi tilfar gjøgnum Alfred. Í ivamálum avgerð Faktor Sp/f, hvørt tilfarið inniheldur haturstalu, er ólógligt ella óhóskandi, og tekur hóskandi stig.
8.4. Fyritøkan má ikki:
8.4.1. draga úr ella endurnýta í síni heild ella partvís dátur ella upplýsingar savnaðar frá dátubásuni, við tí endamáli at gera slíkar dátur ella upplýsingar til part av øðrum dátubásum (“screen scraping”);
8.4.2. á nakran hátt endurgera ritbúnaðin sum Alfred byggir á, herundir við at taka avrit;
8.4.3. spjaða ritbúnaðin;
8.4.4. geva út ella leysgeva ritbúnaðin;
8.4.5. á nakran hátt umseta, tillaga, væla um ella broyta ritbúnaðin;
8.4.6. laða niður (reverse engineer), avkoda, taka sundur ella aðramáta royna at fáa atgongd til keldukotuna;
8.4.7. royna at bróta trygdarverjuna á skipanini ella aðramáta leypa á skipanina;
8.4.8. royna at fáa atgongd til partar av Alfred sum brúkarin ikki hevur atgongdarrættindi til, ella ikki hevur loyvi frá Faktor Sp/f til at fara inn á;
8.4.9. ovbyrja tænastuna við at brúka automatisering;
8.4.10. aðramáta brúka Alfred á ein hátt sum er ósambæriligur við endamálið, ella;
8.4.11. bróta hugverksrættindini hjá Alfreð ehf ella undirrættindini hjá Faktor Sp/f sum loyvishavari (franchisee).
8.5. Fyritøkan hevur skyldu til at boða Faktor Sp/f frá um veikleikar í trygdini á Alfred, sum fyritøkan gerst varð við meðan hon nýtir Alfred.
8.6. Fyritøkan hevur skyldu til at lýsa einans eitt starv í eini starvslýsing. Um ein starvslýsing fevnir um meira enn eitt starv, tilskilar Faktor Sp/f sær rætt til at geva út eina lýsing fyri hvørt starv sum er nevnt í upprunalýsingini, og at skuldskriva fyritøkuna samsvarandi ásetta prísinum fyri talið av lýstum størvum.
8.7. Til tess at fyribyrja at fyritøkuatgongdin verður fyri teldusníkaálopi (hacked) hevur fyritøkan skyldu til sum minstamark:
8.7.1. at verja allar tóleindir (teldu, telefon v.m.) móti misnýtslu;
8.7.2. at stovna tryggan innritanarsamleika (loyniorð t.d.);
8.7.3. ikki at brúka innritanarsamleika sum er nýttur av triðjaparti;
8.7.4. verja sín innritanarsamleika; og
8.7.5. fyribyrgja misnýtslu av innritanarsamleikanum.
8.8. Er ein trupulleiki meðan Alfred verður nýttur, kann fyritøkan seta seg í samband við Faktor Sp/f umvegis Alfred heimasíðuna, www.alfred.fo. Fyritøkan skilur og góðtekur, at tað kann taka nakað av tíð hjá Faktor Sp/f at greina trupulleikan og taka avgerð um, hvussu hann verður loystur.
8.9. Fyritøkan góðtekur at Faktor Sp/f kann nýta dáta sum hava samband við upplýsingar um starvslýsingarnar hjá fyritøkuni, til tess at framleiða ymisk sløg av samanløgdum (aggregated) ikki-persónseyðmerkjandi upplýsingum um arbeiðsmarknaðin.
9. Trúnaður
9.1. Trúnaðarupplýsingar fevna um allar dátur sum ikki eru atkomiligar hjá almenninginum, ritbúnað ella handilsligar dátur, ella dátur ið hava samband við framleiðslu ella tænastur hjá viðkomandi avtaluparti, sum eru lætnar ella gjørdar tøkar til hin partin, beinleiðis ella óbeinleiðis, uttan mun til samskiftishátt ella samskifti í sambandi við tænasturnar sum eru veittar undir hesum nýtslutreytunum. Upplýsingar í trúnaði fevna eisini um persónupplýsingar viðgjørdir í tráð við omanfyristandandi.
9.2. Í hesi grein 9 verður tann parturin sum letur trúnaðarupplýsingar til hin partin nevndur “veitari av upplýsingum”, og tann parturin sum tekur ímóti trúnaðarupplýsingum nevndur “móttakari av upplýsingum”.
9.3. Móttakari av upplýsingum samtykkir í at varðveita trúnaðin á øllum trúnaðarupplýsingum viðvíkjandi veitara av upplýsingum, og ikki at brúka trúnaðarupplýsingarnar til nakað annað enn hvat verður mett neyðugt fyri samstarvið millum partarnar í sambandi við tænasturnar sum eru veittar undir hesum nýtslutreytunum. Móttakari av upplýsingum átekur sær harumframt at seta í verk hóskandi trygdartiltøk til tess at veita vissu fyri trygdini av trúnaðarupplýsingunum og forða fyri at teir verða avdúkaðir fyri ella gerast tøkir hjá triðjapørtum.
9.4. Avdúking ella nýtsla av upplýsingum er ikki brot á trúnaðin í hesum førum:
9.4.1. avdúking við skrivligari tilsøgn frá tí persóni, sum avdúkaðu upplýsingarnir snúgva seg um,
9.4.2. avdúking, kravd sambært lóg ella av einum almennum myndugleika,
9.4.3. um upplýsingarnir lógliga eru gjørdir almennir,
9.4.4. um upplýsingarnir verða avdúkaðir fyri einum ráðgeva ella øðrum samstarvsfelaga hjá móttakara av upplýsingum, treytað av at slíkur samstarvsfelagi hevur trúnaðarskyldu við avtalu ella lóg, sum er minst líka víðfevnandi sum tann í hesi grein 9, ella
9.4.5. um avdúking er mett neyðug fyri samstarvið hjá pørtunum.
9.5. Hóast ásetingarnar í hesum nýtslutreytunum, hevur móttakari av upplýsingum einans loyvi til at avdúka ella brúka trúnaðarupplýsingar frá veitara av upplýsingum í tann mun at tað kann metast neyðugt. Í undantaksførinum nevnt í 9.4.2, skal móttakarin av upplýsingumnum uttan dvøl fráboða veitaranum av upplýsingunum um slíka avdúkan ella nýtslu av upplýsingum, uttan so at hetta er ímóti lógini.
10. Ábyrgdaravmarking
10.1. Upplýsingar í Alfred um umsøkjara stava frá umsøkjaranum sjálvum, og Faktor Sp/f hevur onga ábyrgd fyri hvussu álítandi ella nøktandi upplýsingarnar eru, ella hvørt teir eru í samsvari við lóggávuna. Harumframt hevur Faktor Sp/f onga ábyrgd av hvussu lóglýdnir, álítandi ella nøktandi aðrir upplýsingar eru, sum umsøkjarin kann lata, ella fyri samskiftinum millum fyritøkuna og umsøkjaran.
10.2. Faktor Sp/f ábygdast ikki um boð (notifications) frá Alfred vísa seg at vera skeiv, eru seinkað, ella brúkarin ikki móttekur tey.
10.3. Faktor Sp/f hevur ikki ábyrgdina fyri innihaldinum í starvslýsingum frá fyritøkum, ella hvørt starvslýsingar eru lógligar. Faktor Sp/f ábyrgdast ikki fyri feilum, skeivum dagfestingum, ella hvussu álítandi upplýsingarnar eru, sum fyritøkan letur, tá hon ger starvslýsingar ella seinni.
10.4. Faktor Sp/f hevur onga ábyrgd av innihaldinum í starvssáttmálum ella hvørt setan av einum starvsfólki er í samsvari við lóggávuna, sí millum annað grein 5.5.
10.5. Faktor Sp/f ábyrgdast ikki fyri ampa, vansum ella skaða sum fylgju av ólagi ella breki í Alfred, so sum mekanisk brek, tøkniligar feilir, feilir orsakað av dagføring av ritbúnaði, feilir í ritbúnaði, dagføring av skipanum, brek í stýriskipanum, netskipanum ella telesamskiftisskipanum, ella av avbroti í tænastunum á Alfred orsakað av streymsliti ella órógv í teletænastum.
10.6. Fyritøkan veitir Faktor Sp/f upplýsingar um fyritøkuna sjálva og um leys størv uppá egna ábyrgd. Faktor Sp/f ábyrgdast ikki fyri skaða, sum kann standast av at triðjipartur á ólógligan hátt, eitt nú við hakking (hacking), fær atgongd til upplýsingar í Alfred um fyritøkuna. Faktor Sp/f hevur harumframt ikki ábyrgdina fyri hvussu umsøkjarin handfer upplýsingar ella dátur sum fyritøkan hevur latið honum í umsóknartilgongdini.
10.7. Faktor Sp/f ábyrgdast ikki fyri tvingandi ella ótemjandi umstøður (force majeure) sum kunnu gera, at tænasturnar á Alfred ikki eru atkomuligar, so sum avgerðir hjá landsins myndugleikum, náttúruvanlukkur, verkføll (herundir verkføll, ið eru fráboðað frammanundan), verkbann, uppreistur, ófriður, vandalisma, terrorisma ella kríggj, ella aðrar samsvarandi hendingar sum Faktor Sp/f ikki kann fyribyrgja ella hava tamarhald á við rímiligum tiltøkum.
10.8. Um Alfred er raktur av ólagi ella niðritíð, kann tænastan gerast fyribils ótøk hjá fyritøkuni, uttan at fyritøkan harvið fær rætt til endurgjald.
10.9. Fyritøkan er tilvitað um og góðtekur ábyrgdaravmarkingarnar í hesi grein 10, stk. 10.1 - 10.9.
11. Hugverksrættur
11.1. Alt tilfar í Alfred, á heimasíðuni hjá Alfred, www.alfred.fo, og á Alfred Jobs appini, so sum sniðgeving, tekstur, grafikkur, myndir, fotomyndir, informatión, vørumerki ið hoyra til Alfred, tekin, telduforrit, keldukota, dátugrunnar og annað hugverk eru einans ogn hjá Alfreð ehf. ella tess samstarvsfeløgum og dótturfeløgum, og eru vard av lóggávu um upphavsrætt (copyright) og hugverksrætt (intellectual property rights). Óheimilað nýtsla, herundir avritan, duplikering ella spjaðing av hesum tilfarinum í síni heild ella partvís, kann vera lógarbrot, og er ikki loyvd uttan samtykki frá Alfreð ehf. ella tess samstarvsfeløgum og dótturfeløgum. Góðtøka av hesum Nýtslutreytum og nýtsla av Alfred skapar ikki samtykki frá Alfreð ehf. ella tess samstarvsfeløgum og dótturfeløgum til ein brúkara ella fyritøku at nýta upprunarættindi til hugverk á nakran hátt, annað enn tað sum er neyðugt til tess at søkja størv ella bjóða størv út gjøgnum Alfred og at viðgera starvsumsóknir.
12. Brot á Nýtslutreytirnar
12.1. Um fritøkan fremur álvarslig brot á hesar Nýtslutreytir ella misnýtir Alfred á nakran hátt, tilskilar Faktor Sp/f sær rætt til uttan ávaring at steingja atgongdina hjá fyritøkuni til Alfred fyribils ella varandi, sletta allar ella nakrar starvslýsingar, sletta ein arbeiðsplássvanga, ella til at taka onnur hóskandi stig. Tað sama ger seg galdandi, um fyritøkan ber seg ólógliga ella óhóskandi at.
12.2. Tað verður altíð mett sum eitt álvarsligt brot á hesar Nýtslutreytir, um ein fyritøka:
12.2.1. misheldur sínar gjaldskyldur í meira enn 15 dagar, fyri gjaldingar sum Faktor Sp/f av røttum krevur sambært hesum nýtslutreytum,
12.2.2. sendir ella á annan hátt deilir upplýsingar í stríð við lóggávu ella hesar Nýtslutreytir ella sum kunnu skaða góðvild ella umdømið hjá Alfred ella Faktor Sp/f;
12.2.3. fremur brot á skyldurnar sum eru ásettar í grein 7, 8 ella 9 í hesum nýtslutreytunum;
12.2.4. stovnar ein fyritøkuvanga í Alfred, sum er grundaður á óheimilaða skráseting, t.d. fyri ein likamligan ella løgfrøðiligan persón sum ikki er til, ella nýtir upplýsingar frá triðjaparti uttan samtykki frá viðkomandi triðjaparti;
12.2.5. spjaðir haturs, ólógligt ella óhóskandi tilfar gjøgnum Alfred.
12.3. Fator Sp/f tilskilar sær rætt til uttan ávaring at beina burtur alla haturstalu, ólógligt ella óhóskandi tilfar frá Alfred.
12.4. Um tað er illgruni um, at fyritøkan hevur tikið lut í ólógligum virksemi, tilskilar Faktor Sp/f sær rætt til at fráboða hetta til avvarandi myndugleikar, uttan at hetta er at meta sum brot á trúnaðin sambært grein 9 í hesum nýtslutreytunum. Faktor Sp/f hevur ikki skyldu til at kunna fyritøkuna um slíka fráboðan til myndugleikarnar.
13. Broytingar í Nýtslutreytunum
13.1. Faktor Sp/f tilskilar sær rætt til at broyta í Nýtslutreytunum, sum tørvur er á. Faktor Sp/f vil fráboða broytingar í Nýtslutreytunum við at senda eina fráboðan (notification) til teldupostbústaðin hjá fyritøkuni ella umvegis eina fráboðan, sum kemur fram tá fyritøkan næstu ferð ritar inn, og við at gera nýggju Nýtslutreytirnar tøkar á heimasíðuni hjá Alfred, www.alfred.fo. Um fyritøkan ikki havnar broytingunum í Nýtslutreytunum innan 15 dagar frá at hava fingið fráboðan á ein av teimum hættum sum eru lýstir omanfyri, verður fyritøkan mett at hava góðtikið broyttu Nýtslutreytirnar. Um fyritøkan havnar broyttu Nýtslutreytunum innan nevnda tíðarskeið, verður hetta javnmett við uppsøgn av tænastunum frá Alfred.
14. Uppathald
14.1. Fyritøkan hevur rætt til at uppsiga tænasturnar frá Alfred við skrivligari fráboðan 15 dagar frammanundan, byrjandi frá tí degi at slík uppsagnarfráboðan er móttikin av Faktor Sp/f á teldupostbústaðinum alfred@alfred.fo, ella tí teldupostbústaði, sum er ásettur á heimasíðuni hjá Alfred, www.alfred.fo.
14.2. Faktor Sp/f hevur rætt til at uppsiga tænasturnar frá Alfred við 15 daga varningi, at rokna frá tí degi sum fyritøkan móttekur fráboðanina um uppsøgnina.
14.3. Við uppsøgn av tænastunum frá Alfred, uttan mun til orsøk, hevur fyritøkan skyldu at rinda Faktor Sp/f fyri allar tænastur sum eru veittar til endan á uppsagnartíðarskeiðinum.
14.4. Uppsøgn av tænastunum frá Alfred úrslitar í, at atgongdin hjá fyritøkuni til Alfred verður læst við endan á uppsagnartíðarskeiðinum, og allar starvslýsingar hjá fyritøkuni halda uppat og verða ikki longur vístar fyri umsøkjarum.
14.5. Ásetingar, sum eru ætlaðar at galda longur, sjálvt eftir at tænastan frá og nýtslan av Alfred er hildin uppat, herundir greinirnar 1, 2.3, 5.3, 5.4, 5.5, 8.1, 8.3, 8.4, 9, 10, 11, 14.5, 16, 17 og 18, verða framvegis verandi í gildi hóast uppathaldið. Ein skyldað til at halda upplýsingar sum eru lætnar og móttiknar í trúnaði áðrenn uppathaldið, verður framvegis galdandi:
14.5.1. viðvíkjandi trúnaðarupplýsingum sum verða mettar sum handilsloynidómar, til upplýsingarnar ikki longur verða mettar at vera ein handilsloynidómur sambært viðkomandi lóggávu um slíkt;
14.5.2. viðvíkjandi øðrum trúnaðarupplýsingum, í 3 ár frá uppathaldinum av tænastuni frá Alfred og avtaluni. Tó stendur skyldan til trúnað framvegis við fyri persónupplýsingar.
15. Eigaraskifti
15.1. Við at nýta Alfred samtykkir brúkarin, at ognarrætturin til Alfred ella Faktor Sp/f, saman við øllum teimum upplýsingum sum Alfred hevur, kann blíva fluttur heilt ella partvís til ein triðjapart, uttan staðiligt samtykki frá fyritøkuni. Tað sama er galdandi fyri eina og hvørja aðra løgliga eigarabroyting í Alfred ella Faktor Sp/f. Flyting av ognarrættinum ella ein og hvør onnur løglig eigarabroyting viðvíkjandi Alfred ella Faktor Sp/f, heilt ella partvís, ávirkar ikki gildið av Nýtslutreytunum ella rættindi og skyldur hjá pørtunum sambært Nýtslutreytunum. Ein og hvør tilvísing til Alfred ella Faktor Sp/f í Nýtslutreytunum, skal vera ein tilvísing til Alfred skipanina ella løgfrøðiliga persónin Faktor Sp/f, við teimum eigarum sum eru til hvørja tíð.
16. Lóggáva og løgdømi
16.1. Rættindi og skyldur hjá sáttmálapørtunum viðvíkjandi at nýta Alfred ella sum stava frá hesum Nýtslutreytum eru undirløgd føroyskari lóggávu.
16.2. Um ein træta uppstendur millum partarnar viðvíkjandi nýtsluni av Alfred ella hesum Nýtslutreytunum, skal ein slík træta leggjast fyri Føroya Rætt í Tórshavn, uttan at annað er ásett.
17. Tungumál
17.1. Nýtslutreytirnar eru á føroyskum og enskum. Allar skyldur hjá Faktor Sp/f mótvegis fyritøkuni sambært Nýtslutreytunum skulu útinnast á føroyskum ella enskum, sum Faktor Sp/f ynskir tað. Eru frávik í málsligu útgávunum, er tann føroyska galdandi framum tað ensku.
18. Samskifti
18.1. Alt samskifti millum partarnir skal vera á føroyskum ella enskum, fyrst og fremst elektroniskt umvegis Alfred ella teldupostbústaðin, sum er ásettur á heimasíðuni hjá Alfred, www.alfred.fo.
18.2. Um ásetingar í Nýtslutreytunum ella í lóggávu ítøkiliga krevja skriftligt samskifti, so er skriftligt samskifti á pappíri ikki neyðugt um Faktor Sp/f hevur skipað so fyri, at brúkarin kann samskifta skriftliga við einfaldari elektroniskari undirskrift, umvegis teldupostbústaðin hjá brúkaranum, ella umvegis Alfred.
19. Gildistíð
19.1. Hesar Nýtslutreytir eru útgivnar av Faktor Sp/f og eru galdandi frá og við 15. februar 2023 at rokna.