
Fjarskiftiseftirlitið
Vælskipað og nýskapandi fjarskifti

Um arbeiðsplássið
Á fjarskiftiseftirlitinum eru vit 10 starvsfólk. Vit virka í einum óhátíðarligum, fjølbroyttum og fakliga stimbrandi umvhørvi á Vinnustovninum, sum samanlagt telur umleið 35 starvsfólk.
Á Vinnustovninum starvast m.o. løgfrøðingar, búskaparfrøðingar, verkfrøðingar, teldufrøðingar, sosiologar, skrivstovufólk og -næmingar.
Vit raðfesta trivna og menning av starvsfólkum sera høgt.
Fremsta uppgávan hjá Fjarskiftiseftirlitinum er at virka fyri einum vælskipaðum og nýskapandi marknaði fyri fjarskiftiskervi og fjarskiftistænastur til frama fyri allar endabrúkarar.
Fjarskiftiseftirlitið er ráðgevi hjá landsstýrismanninum og miðfyrisitingini annars um faklig viðurskifti á fjarskiftisøkinum.
Skálatrøð 20, Tórshavn

Um Fjarskiftiseftirlitið
Søga, lógargrundarlag og uppgávur
Starvsfólk
Hesi arbeiða á Fjarskiftiseftirlitinum

11-50
starvsfólk
Heimaarbeiðspláss
Møguleiki at arbeiða heiman av og á.
Arbeiðstíð
Vit hava flextíð.
Matur
Stórt og gott matarhøli við útsýni yvir havnarvág. Felags morgunmatur er fríggjadag.
Undirhald
Reglulig starvsfólkatiltøk.
Venjingarmiðstøð
Avtala um avsláttur.




