Framleiðsluapotekið
Apoteksverkið tryggjar heilsuna
Um arbeiðsplássið
Framleiðsluapotekið í Tórshavn er einasta stað í Føroyum, ið framleiðir heilivág.Framleiðsluapotekið fevnir um Framleiðsludeildina, ið tekur sær av framleiðslu, skamtan og alivinnuni. Harumframt fevnir Framleiðsluapotekið um Góðskudeildina, ið millum annað tryggjar at framleitt verður sambært galdandi EU GMP/GDP-leiðreglum, og at vørurnar lúka ásett krøv.
Í Framleiðsludeildini verða upp í móti 200 ymiskar vørur framleiddar. Vørurnar fevna um alt frá húðrøkt, heilivági til fólk (humanan heilvág), djóraheilivági (veterineran heilivág), skamtaðum heilivági til umleið 1550 brúkarar, blandaðum viðgerðum til nýtslu á Landssjúkrahúsinum og mangt annað.
Heilivágurin verður framleiddur undir strongum eftirliti. Talan er um altjóða reglur, nevndar EU GMP/GDP, ið merkir Good Manufacturing Practices/Good Distribution Practices. Tá ið talan er um heilivágsframleiðslu, skal umframt Framleiðsludeildina eisini ein eftirlitsdeild sum Góðskudeildin vera tøk. Hesar deildir skulu arbeiða sjálvsstøðugt.
Staravegur 15, 100 Tórshavn
11-50
starvsfólk
Arbeiðstíð
Útgerð
Heilsa