Eldrasambýlið oman Hoydalar

Eldrasambýlið oman Hoydalar

Arbeiðsplássið
Eldrasambýlið oman Hoydalar
Um arbeiðsplássið
Eldrasambýlið oman Hoydalar varð bygt í seinnu helvt av 1970-árunum sum eini vanlig sethús í trimum hæddum. Fyri góðum 20 árum síðani keypti Tórshavnar kommuna húsini. Onkrar broytingar vórðu gjørdar, og heimið fekk navnið eldrasambýlið oman Hoydalar. Tá heimið opnaði, fingu átta borgarar við røktartørvi búpláss. Tey vóru lutvíst sjálvhjálpin, men sum árini gingu, kravdu tey alsamt meira hjálp og røkt. Umbyggingar eru so líðandi gjørdar innandura, soleiðis at Eldrasambýlið nú rúmar tíggju búfólkum. Trý búfólk búgva uppi á loftinum. Sostatt mugu hesi búfólkini megna trappur í gerandisdegnum. Úr stovuvindeygunum er gott útsýni yvir Havnina og út á Nólsoynna. Út frá felagsrúminum og køkinum er ein hurð út til eina deiliga stóra terassu.
Oman Hoydalar