Berg Motors

Berg Motors

Elska hvønn túr
Berg Motors
Um arbeiðsplássið
Berg Motors er ein av elstu bilasølunum í Føroyum, men vit eru alt annað enn gamaldags. Hjá okkum starvast umleið 30 fólk, bæði roynd og ung, og vit eru eitt samansett lið, sum arbeiðir tætt saman og hevur tað stuttligt, eisini tá ið ferðin er høg. Vit brenna fyri bilum, tænastu og einum góðum arbeiðsumhvørvi. Her er pláss at læra, taka ábyrgd og menna seg – og vit leggja stóran dent á, at fólk trívast og kenna seg væl í gerandisdegnum. Vit arbeiða dagliga við sølu av bilum, lastbilum og eykalutum, verkstaðsarbeiði, plátuarbeiði og bilaleigu, so arbeiðsdagarnir eru fjølbroyttir og ongantíð keðiligir. Berg Motors umboðar fleiri kend og sterk bilamerki, m.a. Suzuki, Subaru, Scania, JAC, Aiways, Peugeot, Citroën, Opel, Fiat og Fiat Professional.
Staravegur 1-3

11-50

starvsfólk

Rørsla

Arbeiðstíð

Ferðing