Effo
Effo
Effo

Skrivstovunæmingur til roknskapardeildina

“Hvat fert tú at lesa víðari?”

Tann sami spurningurin umaftur og umaftur. Um tú ikki hevur tikið avgerð enn, so kundu tær næstu reglurnar kanska verið svarið.

Vit leita eftir næmingi til roknskapardeildina. Her arbeiða vit við fyrisiting, búskapi og ja, roknskapi. Ella styttri sagt: tølum. Tað er her, vit fáa alt at ganga upp og seta tvær strikur undir.

Sum næmingur hjá okkum og brennandi áhuga fyri tølum, fært tú møguleikan at læra alt um roknskap frá okkara bestu. Ikki alt í senn, sjálvandi, men so við og við.

Vit hava td. júst fingið tað nýggjasta bókhaldsforritið, sum er á marknaðinum. Tað (og nógv annað) læra vit teg at brúka. Sum tú veksur við uppgávuni, fært tú samsvarandi ábyrgd og fleiri fastar uppgávur.

Títt arbeiðspláss, við tíni egnu arbeiðsstøð og nýggjastu hentleikum, verður á Óðinshædd – beint við Posta. Útsýnið er framúr (júst sum tíni framtíðarútlit, um tú søkir starvið). Tíbetur er venjingarhølið á somu hædd sum matstovan, tí maturin frá køksdamuni er fystafloks.

Effo hevur verið til í meira enn 100 ár. Vit gera enn tað sama sum vit gjørdu tá vit blivu til, nevniliga veita orku. Einasta grundin til at vit kunnu gera tað sama, er tí, at vit hava broytt okkum gjøgnum tíðina. Í dag framleiða vit streym við okkara vind­myllum og bjóða jarðhita, sum eina orkuloysn. Alt hetta hevur borið til, tí vit hava starvsfólk, sum eru frammi í skónum, hava ein góðan felagsanda og sum vita, hvat skal til fyri at fáa tingini at henda.

Tú kennir forritini hjá Microsoft Office – Excel er títt yndis. Tú tekur ímóti uppgávum við opnum sinni. Tú hevur tolið, sum skal til, fyri at loysa tær og hevur ágrýtni til at royna aftur, um tað ikki gongur upp. Tað tekur í summum føri bara 2 ár at fáa skrivstovuútbúgvingina. Men um tú ikki hevur FHS ella líknandi leingir tað um lærutíðina, í summum førum upp í 3 ár.

Kundi tú hugsað tær at sagt: “eg fari at byrja mína starvs­leiðsleið innan roknskap hjá størstu og elstu orkufyritøkuni í Føroyum” við øll tey, sum spyrja og spyrja? Send umsókn áðrenn 1. juni – kanska vit hóska saman? Gleða okkum at hoyra frá tær og kanska fáa teg á liðið.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Menning Geyti, roknskaparleiðara, á tlf. 281688 ella mge@effo.fo

Freistin at søkja er 1. juni, og best er um tú kanst byrja 15. juni.

Effo vil hava øll skikkaði at søkja, uttan mun til bakgrund, kyn og áskoðan.

Lýsing er stovnað29. April 2024
Umsóknarfreist1. June 2024
Stað
5 Óðinshædd, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki